Arminia Bielefeld hevur í dag vunnið 1-0 á Hannover 96 í 2. Bundesliguni í Týsklandi. Jóan Símun Edmundsson var á vøllinum fyrstu 71 minuttirnar. Í gjár tapti Hamburg SV misti eitt stórt fet í oddastíðnum.
Føroyski landsliðsspælarin í Bielefeld hevur vunnið sær fast pláss á liðnum. Aftur í dag spældi hann á framrættaða miðvøllinum, tá Arminia Bielefeld tók móti Hannover 96, sum nærkast niðurflytingarstrikuni.
Toftamaðurin varð skiftur út eftir 71 minuttir. Avgerandi løtan kom ikki fyrr enn sjey minuttir fyri tíð, tá innskifti Reinhold Yabo skoraði alt avgerandi málið. Við sigrinum hevur Arminia Bielefeld fingið 47 stig fyri 23 dystir. Nummar tvey er nú VfB Stuttgart við 44 stigum, meðan Hamburg SV, sum tapti 2-0 á heimavølli móti St. Pauli, er nummar trý við 41 stigum. Nummar eitt og tvey flyta upp, meðan nummar trý skal spæla upp og niðurflytingardystir.
##med2##