Góður útisetadagur

Sunnudagurin royndist væl hjá hondbóltsútisetunum í Keypmannahavn. Bæði kvinnurnar og harrarnir vunnu sín dyst

Hondbóltur

 

Kvinnurnar vunnu sannførandi 24-15 á KFUM. Dysturin gjørdist ongantíð spennandi, tí beinanvegin í dystinum hevði ÍF Føroyar lagt seg á odda 6-1. Munurin helt sær til hálvleik.

Eftir stegðin kom KFUM betur við og miðskeiðis í øðrum hálvleiki var støðan 17-14 til ÍF Føroyar.

Men so setti ÍF Føroyar ferðina upp, og KFUM megnaði als ikki at fylgja við. Dysturin endaði 24-15 til ÍF Føroyar, og kvinnurnar liggja nú greitt á odda í deildini.

Harrarnir høvdu tað ikki eins lætt og kvinnurnar. Mótstøðuliðið Team Nørrebro hevði vunnið allar sínar dystir, men máttu at endalúta fyri sterku føroyingunum.

Dysturin varð ógvuliga spennandi og endaði við einum teprum 21-20 sigri til ÍF Føroyar, sum annars var aftanfyri 10-11 í steðginum.

Gjøgnum dystin skiftust liðini um at vera á odda, og munurin gjørdist ongantíð meiri enn tvey mál.

Sjálvur endin gjørdist serstakliga spennandi. Tá 40 sekund restaðu vóru fimm føroyingar á vøllinum, meðan Nørrebrodreingirnir vóru fýra. Føroysku leikararnir mistu tó bóltin av hondum, men ein frágera góð bjarging frá Ragnar Mouritsen tryggjaði, at støðan var verandi 20-20. So gekk tað skjótt hinvegin, og Leif Mikkelsen tryggjaðu ÍF Føroyum sigurin.

Menninir býta nú oddasessin við eitt lið, ið rópar seg FIF 5.