G! við app til fartelefonir

Hallo.fo og G! Festival geva í næstum út eitt forrit til iPhone og Android telefonir. Við forritinum kanst tú síggja hvør spælir, nær tey spæla og hvørjum palli tey spæla á, umframt fáa kunning og tíðindi frá festivalinum.

Harafturat verður møguleiki at leggja myndir og annað út á Facebook umvegis forritið.

- Eitt slíkt forrit ger at vit fáa boð beinleiðis út til festivalgestirnar. Við hesum fær ein stórur partur av festivalgestunum eina snilda dagførda skrá inn á telefonina. Og tey hava møguleika at fáa tíðindi, boð og møguligar broytingar beinleiðis inn á telefonina, sigur Jón Tyril frá G! Festival.

Tað er fyrr hent, og tað fer helst at henda aftur, at veðrið argar G! Festivalin, sum aðar. Við hesum forritinum verður møguligt at fáa greið boð út til festival gestirnar.

- Tað hevði uttan iva lætt munandi um kunningina fyri allar partar um vit høvdu eitt slíkt forrit seinasta ár, tá vit vegna veður noyddust at gera umfatandi broytingar í skránni og sostatt høvdu nógva kunning, vit skuldu fáa út, sigur Jón Tyril, tónleikastjóri í G! at enda.

Tað er Hallo.fo við Rúna Herup Olsen, sum hevur staðið fyri framleiðsluni av bæði Android og iPhone forritunum. Nýggja G! Festival forritið er á føroyskum og verður tøkt um miðan juni. Tað verður ókeypis at heinta niður.