G8-stuðulin til Afrika alt ov lítil

Hjálparfelagsskapir eru als ikki nøgdir við stuðulin, sum G8-londini hava játtað Afrika

Tey ríku londini í G8-bólkinum samtyktu á toppfundinum í Kanada at játta Afrika 580 milliónir dollarar um árið tey næstu trý árini. Tað er lítið samanborið við uppskotið hjá ST-aðalskrivaranum Kofi Annan, sum segði tað vera neyðugt at lata afrikanska heimspartinum 10 milliardir dollarar, skal tað bera til at basa sjúkum sum malaria, tuberklum og AIDS.
Leiðarin í hjálparsamtakinum Ofram, Phil Twyford, sigur, at stuðulin frá G8-londunum munar einki og er í veruleikanum bert ein dropi í havinum. Í Ofram eru tólv hjálparfelagsskapir, sum m. a. virka í Afrika.
Talsmaðurin hjá Ofram, Mark Fried, sigur, at undan fundinum høvdu øll londini í G8-bólkinum lovað at veita munandi størri stuðul, so børn í tí fátæka heiminum kunnu sleppa í skúla. Heimsbankin hevur mett, at tað fer at kosta 15 milliardir dollarar at útvega 125 milliónum børnum skúlagongd. Men nógv restar í, og í síðstu viku boðaði tað ríkasta landið, USA, frá, at tess stuðul til skúlagongdina verður bara 20 milliónir dollarar næsta ár.
- Tað svarar til 28 cent til hvørt barnið og ger við øðrum orðum ongan mun., sigur Mark Fried. Hann biður amerikansku stjórnina spegla sær í teirri japansku, sum hevur gjørt av at játta fimm milliardir dollarar tey næstu fimm árini.