Gabrielle Giffords útskrivað

Amerikanski politikarin Gabrielle Giffords, sum bleiv skotin í høvdið tann 8. januar, slapp í gjár av sjúkrahúsinum í býnum Houston í Texas. Læknarnir har siga, at Gabrielle er komin óvanliga skjótt fyri seg, og at hon nú fer undir venjingar.

Gabrielle Giffords fekk álvarssaman skaða, tá ein maður brádliga fór at skjóta eftir fólki á einum veljarafundi í býnum Tucson í statinum Arizona tann 8. januar. Seks fólk doyðu, og 13 vórðu særd. Byrsumaðurin rakti Gabrielle Gifforfs í høvdið, og hon var leingi í lívsvanda.

Gabrielle Giffords er limur í Umboðsmannatinginum í Washington, og hon umboðar demokratiska flokkin.