Gagnligastu fíggjar- og lógarkarmar til at fremja búskaparvøkstur

Aðalorðaskfiti um frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum um gagnligastu fíggjar- og lógarkarmar til at fremja búskaparvøkstur og økja íløgurnar í Føroyum. (101-6/1999)

Føroyar og føroyingar standa á tveimum sera týdningarmiklum vegamótum í hesum døgum. Á tí fyrra vegamótinum skulu vit velja, hvussu viðurskiftu okkara við Danmark skulu verða í framtíðini, og á tí seinna skulu vit velja, hvat slag av samfelag, Føroyar skulu verða.

Á tí fyrra vegamótinum stendur Tjóðveldisflokkurin og vísir vegin til loysingina, meðan Fólkaflokkurin stendur á tí seinna og peikar á vegin til eitt nýliberalistiskt samfelag, har felags virði og felags skyldur verða skift út við egoismuna, og har vinnan, kapitalurin og marknaðarkreftirnar fáa ótálmaðar møguleikar.

Og á báðum vegamótum standa allir samgongulimir klárir at taka fyrstu stigini ínn í henda nýggja heimin við loysing og nýliberalismu, meðan Føroya fólk í stóran mun hvørki veit út ella inn.

Men alt meira kemur nú til sjóndar, at talan er kanska ikki um tvey vegamót, men eitt og sama vegamót.

Tað er landsstýrið, sum í dag leggur orðaða vinnupolitikkin fram, sum er ein fortreyt fyri strembanini ímóti fullveldisríkinum.

Arbeiðssetningurin er m. a. soljóðandi: ?Finnast skal vinnupolitiskur grundvøllur undir besta møguliga fíggjarliga karmi fyri Føroyar til at fremja búskaparligt og handilsligt umhvørvi, ið kann elva til føroyskar og útlendskar íløgur í Føroyum, og inntøkuskapan at nøkta tann fíggjartørv, ið væntandi verður, tá ið danskar peningaveitingar til Føroya minka í smáum ella stórum.?

Víðari sigur Vinnumálastýrið: ?Tað, sum forðar sjálvstýristilgongdini og avtøku av donsku ríkisveitingum, er samstundis ein forðing fyri útlendskum íløgum í Føroyum.?



Tað vil siga, at hesi mál um vinnupolitikk og sjálvstýristilgongd eru knýtt saman í eitt og sama mál. Treytin fyri fullveldi er vinnupolitikkurin, sum Finnbogi Arge setur út í kortið, og tískil er hetta ein frágreiðing, sum átti at verið partur av Hvítubók. Sambært Finnboga Arge og Fólkaflokkin so er her talan um fortreytirnar fyri fullveldinum


Fólkaflokspropaganda ella politikkurin hjá landsstýrinum?

Eg fari tí at spyrja løgmann, um hann kann siga okkum, um hetta orðaskiftið, vit nú hava, snýr seg um vinnupolitikkin hjá samgonguni, ella um tað snýr seg um vinnupolitikkin hjá Fólkaflokkinum? Kann løgmaður ella Finnbogi Arge svara tí spurninginum?

Sjálvur má eg tó velja at trúgva, at hetta er vinnupolitikkurin hjá landsstýrinum. Tað hevði eisini verið løgið annað. Fólkaflokkurin kann ikki lata gera eina Caragata-frágreiðing fyri nógvar hundraðtúsund krónur av skattgjaldarans pengum, um hetta bert er fólkaflokspolitikkur. Tá hevði tað verið at tikið av landskassanum til at fíggja reindyrkaða fólkaflokspropagandu.

So harra formaður, vit vilja fegin hava at vita, hvør stendur aftan fyri henda vinnupolitikkin? Er hetta fólkaflokspropaganda, ella er hetta stevnumiðini hjá landsstýrinum sum forteytir fyri fullveldisríkinum Føroyum?


Slóðarin treysti

So tað eru tá samanum kemur kanska ikki tvey týdningarmikil vegamót, sum eg legði út við at siga, sum Føroya fólk stendur við í hesum døgum, Tað er kanska bert tað eina vegamótið, sum førir til fullveldi og nýberalismu, og ferðaleiðararnir eru teir báðir Finnbogi Arge og Høgni Hoydal.

Og á hesum vegamóti standa hesir báðir altráðu ferðaleiðararnir ella slóðararnir, sum báðir vilja vísa Føroya fólki, at teir eins og Móses á sinni duga at leiða fólkið heim til tað lovaða landið - eitt land við nýliberalismu og fullveldi. Men eg eri púra sannførdur um, at rættara myndin er hon, har bygdamaður mín Rasmus Effersøe sigur:


Slóðarin bjóst tó til ótols umsíðir

fúsur hann var til at bróta sær veg

Oman hann tráar til grønkandi líðir:

?Fylgi mitt, kom nú og ger so sum eg!?

Oman fór alt á ta glerstoyttu skor;

Rásin tó ikki gav kleyvunum festi

Samfelt fór alt so í smildur og sor

Týndist sum slóðarin treysti.


Hvat er tað, Finnbogi Arge skal prógva?

Ikki kann sigast annað, enn at Vinnumálastýrið hevur verið sera virkið, tá tað snýr seg um at lata skrivligt tilfar úr hondum. Heili fimm rit eru gjørd um føroyskan vinnupolitikk. Harumframt hevur so Vinnumálastýrið eisini latið gjørt Caragata - álitið, sum er partur av tí, sum liggur til grund fyri hesum aðalorðaskifti.

Tað er einki at fara skeivur í, at Vinnumálastýrið hevur brúkt nógva tíð og orku til at orða politikkin, men tað er sjálvandi ikki tað sama sum veruligar politiskar atgerðir - men eitt skilagott stig á vegnum. Og gott tað sama, tí við tí politisku stevnu, sum Finnbogi Arge og samgongan nú leggja fyri dagin á vinnupolitiska økinum, kunnu vit bert fegnast um, at teir enn stórt sæð bert hava hildið seg til skrivaða orðið.

Annars er tað eins og Finnbogi Arge kennir eina so ótrúliga stóra trongd til at sannføra øll onnur um, at hann er nóg góður sum fólkafloksmaður. Tað er sum hann í heilum skal upp til próvtøku hjá sínum andaligu leiðarum og har prógva, at hann er ein góður borgarligur politikkari. Men tað kann eg siga harra Finnboga Arge, at hann hevur einki at skammast yvir. Hann hevur gjørt meira í tvey ár sum fólkafloksmaður, enn eitt nú Óli Breckmann í meira enn 25 ár sum virkin politikkari.

Einki er at ivast í, at burturvilsti sonurin verður móttikin við opnum ørmum, og nú var eg líka við at siga, at í tí sambandinum hevði man slaktað seinasta føroyska tarvin.


Finnbogi Arge

og ríkisstuðulin

Men tá ið Finnbogi Arge so harmur nevnir ríkisstuðulin sum tað stóra dýrið í Opinberingini, so kunnu vit ikki lata vera við at smílast eitt sindur, tí neyvan nakar politikkari hevur víst slíkan inniligan kærleika til ríkisstuðulin, sum Finnbogi Arge tá hann á sinni sum fíggjarnevndarformaður og sambandsmaður helt hina minniligu takkarøðuna fyri ríkisstuðulin. Við bivandi og næstan grátandi rødd og við at hyggja hvønn einstaka tingmann í eyguni, takkaði og lovprísaði hann ríkisstuðulinum, og segði, at uttan henda var eingin vón fyri føroyingin. Eingin okkara í tingsalinum var eina løtu í iva um, at maðurin meinti tað, hann segði.

Men det var dengang. Ella sum Krag segði tað: ?Man har et standpunkt, til man taget et nyt.? Tað er bert eitt sindur spell, at tað sum var bjargingin sum sambandsmaður, nú er forðingin sum fólkafloksmaður. Tað ger uppgávuna hjá landsstýrismanninum eitt sindur torførari. Men roynt, tað hevur hann, tað má sigast.

Nú er nógv sagt um fullveldið, men hesin seinasti parturin um, hvussu vinnuligi parturin skal skrúðast saman, er ein sera týdningarmikil partur, sum enn ikki hevur verið so nógv frammi. Men greitt er, at tá tað snýr seg um endaliga støðutakanina, so er tað av alstórum týdningi fyri føroyingin at fáa at vita, hvussu samfelagið fer at síggja út í tí nýggja fullveldisríkinum.


Hvat kunnu

vit vænta okkum?

Og hvat er tað, sum samgongan nú skjýtur upp? Jú, m.a. skjóta teir upp:

?partafelagsskatturin skal niður á 20% beinanvegin og so líðandi niður á 12,5%

?skattafrádrátt til tey, sum hava ráð at keypa partabrøv

?privatisera almennar ognir (Bankan, Føroya Tele, JFK-Trol, Atlantsflog, Fiskavirking, United Seafood og Framtaksgrunnin og seinni eisini Strandafaraskip Landsins, Postverkið, SEV og havnirnar í Føroyum)

? útlicitering av almennum tænastum

? stigið í sosialu veitingunum verður lækkað við 10 til 15%

?studningur til fiskivinnuna skal burtur, væl saktans eisini inntøkutrygdin

?meira umsetiligheit í fiskivinnuni


Vit fara v. ø. o., um hetta gerst veruleiki, frá einum samfelagsformi til ein heilt annan og fremmandan. Har hini Norðurlondini serliga Danmark, Svøríki og Noregi hava verið okkara fyrimyndir, so verður tað nú Ísland, Ongland og New Zealand.

Ætlanin er stutt sagt tann, at vit melda okkum út úr tí norðurlendska og finna okkum aðrar fyrimyndir, har onnur virði verða sett í hásætið. Og í tí sambandi hevði verið sera áhugavert at fingið eina meting av, hvat hesin nýliberalistiski royndartúrurin kann fáa at týða fyri fólkatalið í Føroyum. Undir kreppuni sóu vit týðiliga, at tá okkara vælferðarskipan ikki longur var nøktandi og á sama stigi sum eitt nú í Danmark, so fóru føoyingar í túsundatali.


Sosialdemokratiska

vælferðarskipanin

Tað sentrala í tí vælferðarskipan, sum sosialdemokratisku flokkarnir hava bygt upp í Norðurlondum, er veruliga frælsi og ábyrgdin hjá tí einstaka mennikjanum ikki bara fyri sær sjálvari, men eisini fyri hvørjum øðrum og fyri framtíðini. Norðurlendska vælferðarskipanin byggir á hesi trý grundsjóanrmið:


8.eins møguleikar

9.sosialur tryggleiki

10.samhaldsføst fígging


Eins møguleikar merkir, at øll, hóast ymiskt fíggjarligt og sosialt grundstøði, skulu hava atgongd til útbúgving, arbeiði, sjúkraviðgerð, reint umhvørvi og mentan. Øll eru ikki eins og skulu heldur ikki vera eins, men øll skulu hava umstøður, sum gevur teimum møguleikar at gera brúk av júst teirra evnum


Sosialur tryggleiki merkir, at tað er eitt trygdarnet, sum ein kann rokna við, um tú missir arbeiði ella av aðrari orsøk hevur hjálp fyri neyðuni. At samfelagið tekur sær av teimum gomlu, teimum sjúku og børnunum, tá familjan ikki megnar tað. Henda skipan byggir ikki á, at einstaklingurin er uttan ábyrgd fyri egnum viðurskiftum, men tvørturímoti á ta fatan, at kann man ikki klára seg sjálvan, so skal felagsskapurin stuðla einum til at koma fyri seg aftur.


Samhaldsføst fígging merkir, at tey sum vinna nógv eisini skulu lata mest til samfelagið. Hetta er neyðugt fyri at fíggja bæði áðurnevndu grundsjónarmiðini í einari vælferðarskipan. Og týdningamesta amboðið, vit her brúka, er okkara skattaskipan.


Nýggjar fyrimyndir

Vanligt er at hoyra, at Norðurlond liggja so høgt, tá tað snýr seg um skattatrýst, og rætt er tað. Men um hugt verður eftir, hvussu inntøkubýtið er í ymisku londunum, so sæst, at Danmark er ikki bert eitt av ríkastu londunum í ES, men eisini tað landið, sum hevur javnasta inntøkubýtið, meðan lond sum Portugal, Spania, Grikkaland, Ongland og Írland hava eitt sera skeivt inntøkubýti.

Um hugt verður eftir fátækradømi so sæst, at Danmark og Holland liggja um 6 til 8%, meðan Belgia, Týskland og Frankaríki liggja um tey 15%, men Ongland heilt uppi á 23%.. Men skattur og soialar veitingar í Norðurlondum liggja eisini á uml. helvtini av BTÚ, meðan Ongland liggur niðri á 35% av BTÚ, tv.s. lægri enn Portugal og á leið tað sama sum Spania.

Á einum lista úr The Econmist um livistøði stendur m. a. Danmark sum nr. 6, Ísland sum nr. 11, Ongland sum nr. 20 og New Zealand sum nr. 27 millum øll heimsins lond. Í sama blaði er eisini ein listi yvir keypiorkuni í ymsu londunum, og har er Danmark nr. 10, Ísland nr. 11, Ongland nr. 17 og New Zealand nr. 26.

Ongin hevur sagt, at vælferðin kemur av sær sjálvum, og at hon er ókeypis. Men Javnaðarflokkurin ynskir eina vælferðarskipan, tí hon er tann skipanin, sum tryggjar øllum ein møguleika. Vit ynskja ikki eina skipan, sum er tann besta fyri tey fáu, men ta, sum er tann frægasta fyri okkum øll.

Tí eigur samgongan at hugsa seg um av nýggjum, áðrenn hon kastar seg fyri føturnar á nýliberalistisku kreftunum. Og serliga Føroya fólk eigur at hugsa seg væl um og eisini at gera vart við seg, um tað er eina slíka skipan, vit ynskja.

Skulu vit selja solidaritetin til frama fyri egoismuna hjá teimum fáu útvaldu? Tað er tað, sum málið snýr seg um.

Landsstýrið borðreiðir nú við einum vælstandi uttan vælferð. Og eg má siga tað, sum tað er, hetta líkist mest av øllum einari nýliberalistiskari kollvelting.

Taka vit Caragata-álitið, so skal føroyska samfelagsskipanin gjøgnum eina hugsjónarlig endurføðing.

Caragata er ikki eitt vísindarlig undirbygt álit ella frágreiðing, men talan er um eitt hugsjónarligt álit. Hvar finst ein vísindalig argumentatión ella próvførsla fyri, at lægri skattir merkja búskaparligur vøkstur?


Fólkaflokkurin

og New Zealand

Stóra fyrimyndin er nú Ísland umframt sjálvandi New Zealand, hiðani Caragata, sum nú gjørdist avloysarin hjá Milton Friedmann, kemur.

Í Dagblaðnum hevði stavnamaður Fólkafloksins langa grein, har hann av øllum alvi royndi at verja samfelagsskipanina á New Zealandi. Óli Breckamann hevur jú sum kunnugt stóru fyrimyndirnar í Thatcher og Reagan og nú eisini Roger Douglas og øðrum ultrakonservativum, og tað er vist í lagi sum fólkafloksmaður.

Politiski búskaparfrøðingurin Keith Rankin kallar Caragata Tax Report fyri ? A Nail in the Coffin of the Fiscal Contract?.

Ein onnur grund fyri, at Caragata-frágreiðingin ikki er eitt vísindarligt skjal, er, at teir halda seg til ávísar loysnir og ávís modellir av hugsjónarligum orsøkum, meðan ein vísindarlig framløga neyvan hevði avskorið allar aðrar møguleikar sum óbrúkiligar. Caragata heldur seg sita inni við einasta sannleikanum, og frágreiðingin heldur seg til vøkur búskaparlig lyklatøl uttan at kaga eftir, hvørjar samfelagsligu avleiðingaqrnar verða.

Rætt er, at liberaliseringsátakið byrjaði undir Labour í 1984. Men tá fevndi Labour rættiliga breitt og var einasta alternativið til konservativu Muldoon-stjórnina. Sjálvt Roger Douglas, sum tá var fíggjarmálaráðharri, rúmtist í Labour. Í dag er hann komin í rætta flokk sín - tann høgravenda Act -flokkin. Tó skal sigast, at Labour-stjórnin, hóast hon gjørdi nógvar ólukkur frá 1984 til 1990, ikki rørdi fakfelagsbygnaðin ella lønarlagið. Tað hava teir konservativu síðan tikið sær av.

Privatiseringin á New Zealandi førdu við sær, at


?telefyritøkan og jarnbreytirnar vórðu seldar til amerikanarar.

?skógbrúksvinnan varð seld til amerikanarar og japanesarar.

?bankarnir vórðu seldir til australiarar.

?tryggingin varð seld til bretar.

?flogfeløgini vórðu seld til australiarar.

?Frá januar til juli í ár fluttu 22.500 nýsælendingar til Australia fyri at leita sær arbeiði. Fólkatalið er um 3.6 mill. fólk, so um gongdin heldur fram, so svarar tað til uml. 1%.

?Uttanlandsskuldin hækkaði við 30%, mált av BTÚ, frá mars 1984 til mars 1995.

?Talið av húsarhaldum undir fátækramarkinum fór frá 4,3% til 10,8% frá mars 1984 til mars 1994.

?17,8% av nýsælendingum livdu undir fátækramarkinum í 1991.

?fakfelagsrørslan er syndrað sundur.

?alt samfelagið byggir á individualismuna.

?einasti almenni vøksturin er løgreglan, dómstólarnir og fongsilsverkið.

New Zealand hevur skarað framúr við at hava stóran vøkstur í ójavna seinastu árini. Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð hava teir fingið ein undirklassa, tá umfatandi liberaliseringarnar vórðu framdar. Arbeiðsloysið vaks, samstundis sum almannaveitingarnar minkaðu, og harvið gjørdist ein stórur partur av fólkinum sera illa fyri. Gaman í, ein partur av fólkinum gjørdist nógv meira múgvandi av somu liberalisering.

Her er talan um at geva seg fult og heilt yvir til ótálmaðar marknaðarkreftirr, meðan vælferðin verður avmonterað. Vælstandur hjá nøkrum, men annars als eingin vælferð.

Og her má eg geva skilamanninum Lionel Jospin viðhald, tá hann sigur: ?Ja til marknaðarkreftir, men nei til marknaðarsamfelagið.?


Stingið fingurin í jørðina

Sjálvandi skal ein samgonga seta sær mál, og tað eiga at vera høg mál. Men nær tykir, at henda samgongan alla tíðina setur málini so høgt og so langt úti, at flest fólk frammanundan koma til, at hesi málini verða ikki nádd. Tey hava einki samband við veruleikan.

Vit høvdu ein sjálvstýrismeiriluta á tingi eftir kríggið, og tá var málið loysing. Úrslitið gjørdist heimastýrislógin. Vit høvdu eitt sjálvstýrislandsstýrið frá 1963 til 1967, og málini tá vóru eisini føgur og høg, men úrslitið rættiliga soltið. Tað er eins og søgan er við at endurtaka seg. Samgongumeirilutin setur sær slík mál, at málini sjálvi forða fyri, at tað skal bera til.

Men tað er kanska eisini endamálið. Hvør veit - livst so spyrst.

Ein góð byrjan hjá tykkum og okkum øllum var, at vit tóku útgangsstøðið í tí samfelag, sum vit búgva í og ikki í Hvítbókum og Caragata-frágreiðing. Vit kunnu ikki byrja heilt á berum og av nýggjum, hvørja ferð ein nýggj samgonga kemur til.

Vælsignaðir menn, stingið fingurin í jørðina.


Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður