Majbritt Mohr, forkvinna og Jóhanna Henriksen, nevndarlimur í Heilsurøktarafelagnum
-----
Ráðstevnan "Sum longst í egnum lívi - fyri ung sum eldri", sum Ergoterapeutfelagið skipaði fyri, sannførdi okkum um at samstav, samskifti og samskipan eru lyklaorð, um rehabilitering í Føroyum skal eydnast til fulnar. Politikarar, økis- og stovnsleiðarar og onnur ráðandi í Føroyum mugu skilja, at allir verandi yrkisbólkar á almanna- og heilsuøkinum mega gagnnýtast báði á leiðslustigi og á gólvinum um rehabilteringin skal eydnast.
Rehabilitering
Tá ið ein borgari fær skaða og tí ikki kann fara aftur í sama gerandisdagin sum áðrenn skaðan, má borgarin saman við fakfólki finna útav, hvussu nýggi gerandisdagurin skal síggja út, soleiðis at hann aftur gevur meining fyri borgaran. Hetta er eisini galdandi fyri eldri fólk, sum flyta á ellisheim og øll onnur, sum á onkran hátt ikki kunnu liva gerandisdagin júst sum tey plagdu, tí onkrar umstøður eru broyttar. Rehabilitering er lyklaorðið í hesum sambandi. Á ráðstevnuni var boðskapurin greiður.
- Um rehabilitering skal eydnast, er tað alneyðugt at allir fakbólkar samstarva, soleiðis at førleikarnar og styrkirnar hjá ymsu fakbólkunum koma borgaranum tilgóðar.
Organisatorisk broyting neyðug
Gunnar Gamborg, formaður í Danska Ergoterapeutfelagnum, var ikki í iva um, at tað krevur eina organisatoriska broyting, um rehabiliteringin skal eydnast. Í hesum sambandi er tað fyri okkum sera viðkomandi at viðgera føroyska bygnaðin á almanna- og heilsuøkinum.
Vantandi fjølbroytni í leiðslunum
Líta vit aftureftir, hevur tað verið siðvenja at sjúkrarøktarfrøðingar og pedagogar manna leiðslustørvini á almanna- og heilsuøkinum – (Heimatænastuni, Trivnaðartænastuni og sjúkrahúsunum). Avgerðir viðvíkjandi rehabilitering á hesum økjum eru sostatt natúrliga tiknar av hesum báðum fakbólkunum. Tá ið leiðslurnar eru so eins, er vandin fyri ov lítlum fjølbroytni longri niðri í bygnaðinum stórur. Hetta sæst tildømis aftur í starvsfólkahópinum á bústovnum, sambýlum og virkishúsum fyri fólk við menningartarni ella øðrum breki. Har starvast í stóran mun pedagogar og hjálparfólk.
Hóast leiðslur og starvsfólk í dag gera eitt megnar arbeiði, vildi fjølbroytni báði í leiðslu- og starvsfólkahópi heilt víst gagna búfólkunum. Umframt at fólk við menningartarni kunnu hava tørv á pedagogiskum stuðli, kunnu tey eins og so nógv onnur eisini hava tørv á stuðli til onnur ting. Fysio- og ergoterapeutar kunnu upp á hvør sín máta menna og stuðla við síni servitan. Heilsurøktarar, heilsuhjálparar og sjúkrarøktarfrøðingar kunnu eisini menna og stuðla og um neyðugt veita heilsu- og sjúkrarøkt. Hvat skuldi verið til hindurs fyri at onnur enn pedagogar eru leiðarar á sambýlum ella bústovnum, har fólk við menningartarni búgva?
Eldraøkið
Á eldraøkinum er leiðslubygnaðurin og mátin at skipa seg upp á eisini tengdur at siðvenju. Allir økisleiðarar, flestu sambýlisleiðarar, allir ellis- og røktarheimsleiðarar og flestu deildarleiðarar, eru sjúkrarøktarfrøðingar. Avgerðir bera brá av at leiðslurnar hava eins hugsunarhátt og skipanin av øllum tænastum á eldraøkinum tykjast sera eins.
Vit eru ikki í iva; fjølbroytni á leiðslustigi hevði gagnað føroyska samfelagnum. Hví seta vit tildømis ikki eisini fysio- ella ergoterpeutar, heilsurøktarar, pedagogar í leiðandi størv á ellis- og røktarheimum? Heilsurøktarar, heilsuhjálparar og sjúkrarøktarfrøðingar á deildunum veita jú búfólkunum, sum hava tørv á sjúkrarøkt hesa tænastuna. Í heimatænastuni kundu heilsurøktarar gagnnýttir til fulnar, um leiðslurnar broyttu fleiri tíggju ára siðvenju í at skipa arbeiðið.
Byrjið at broyta beinanvegin
Vit skulu bróta upp úr nýggjum og lata ein breiðari hóp av fakfólki manna leiðslurnar, eins og allir verandi yrkisbólkar í nógv størri mun eiga at gagnnýta allar sínar førleikar á arbeiðsplássum í almanna- og heilsuverkinum. Til hetta krevst helst ikki meiri peningur, men dirvi og áræði frá politikarum og ovastu leiðslunum á almanna- og heilsuøkinum til at organisera og prioritera øðrvísi enn higartil. Harvið kunnu allir yrkisbólkar á almanna- og heilsuøkinum saman tryggja, at rehabiliteringin verður uppraðfest.