Strandferðslan boðar í morgun frá, at tað valla verður siglandi um Suðuroyarfjørð við griksku ferjuni Galaxy, sum avlýsir Smyril, meðan hann er í dokk.
Tí eru boðini frá Strandferðsluni hesi:
Vegna vána veðurforsøgn kann roknast við, at ongin sigling verður á leið 7 hósdag 18. septembur.
Suðuroyingar eru sera misnøgdir ferjuna, sum avloysi Smyril. Ferjan klárar ikki líka stóra aldu, sum Smyril, tí eru fleiri avlýsingar, har Smyril vala hevði avlýst.
Leygardagin var stór mótmælistiltak á Krambatanga, har suðuroyingar gjørdu vart við sína misnøgd við skipið og umstøðurnar, sum eru, meðan Smyril ikki er í sigling.
Sum tað síðsta, so kom fram í gjár, at Galaxy sigldi suður við opnum hekkuportri seinnapartin 1. september.
Altjóða reglar eru fyri slíkum sum siga, at skip ikki má loysa frá bryggju, um portrið ikki er afturlatið sum tað skal.
Enn er eingin frágreiðing komin frá Strandferðsluni um hesa hending.