Býráðið í Havn: Havnarfólk hava nóg mikið av grind

At siga, at Tórshavnar kommuna ikki er áhugað í at fáa grind, er skeivt, skrivar Tórshavnar kommuna

Tað sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðuni, har hon skrivar soleiðis:

 

»Tórshavnar kommuna fekk seint leygarkvøldið 13. september í boði at fáa burtur av stóru grindini, sum legði beinini í Fuglafirði sama dag.

 

Eftir at umsitingin hevði umrøtt málið varð mælt frá at taka grind til Tórshavnar kommunu á hesum sinni, og borgarstjórin varð kunnaður um hetta.

 

Fyri góðum trimum vikum síðan legði ein grind beinini í Sandagerði. Ein lítil grind, men framvegis eitt hálvt skinn í part til grindamenninar.

 

Fyrr í summar hevur kommunan eisini fingið burtur av tveimum øðrum grindum í ávikavist Leynum og í Sundalagnum, sum nøkta tørvin hjá ellis- og røktarheimunum í kommununi, umframt at bygdirnar fyri vestan, Kollafjørður og Kaldbak fingu heimapartar.

 

Út frá hesum varð mett, at kommunan sum er hevur nóg mikið av grind.

 

At flyta stórt tal av hvali til Havnar eina sunnunátt krevur nógv fólk og flutning.

 

At siga, at Tórshavnar kommuna er ikki áhugað í at fáa grind, er skeivt.

 

Kommunan gleðist eisini um, at fólk av sínum eintingum eru farin til Fuglafjarðar eftir grind. Í hesum sambandi ger kommunan eitt øki vestast á Vónakeiini klárt, so fólk kunnu koma har við hvalunum at skera upp.

 

Eisini ber til at koma við rovunum har eftirfylgjandi, um skorið verður upp aðrastaðni. Rovini verða síðani sleipað haðani til havs.«