Elsa Berg segði nei-takk til grind úr Fuglafirði

Bæði Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafirði, og Jacob Vestergaard, sýslumaður, hava boðið Tórshavnar kommun 100 hval úr grindini í Fuglafirði. Men Elsa Berg, borgarstjóri, segði nei-takk.

Tað vóru eini 400 hval í grindini í Fuglafirði, og tí hava aðrar kommunur hava fingið í boði at fáa burturav. Eitt nú hava kommunur í Eysturoy og í Sandoy tikið ímóti grind.

 

Men Tórshavnar kommuna hevur takkað nei. Sambært Kringvarpinum hava bæði borgarstjórin í Fuglafirði, Dávur Juul, og Jacob Vestergaard, sýslumaður, boðið Tórshavnar kommunu at fáa 100 hval burtur av grindini. Men Elsa Berg, borgarstjóri, hevur sagt nei-takk.

 

Vit hava spurdu Elsu Berg, tá hesi tíðindi bórust á Facebook. Hon svaraði okkum í boðum stutt fyri klokkan hálvgum eitt, at »kommunan kemur við eini fráboðan skjótt«.

 

Enn er eingin fráboðan komin frá Tórshavnar kommunu.

 

Kári Johansen, býráðslimur, sum hevur funnist at vantandi viljanum hjá Tórshavnar kommunu um at fáa grind á Facebook, hevur roknað upp á virði av hesum tvøsti at vera umleið 5 milliónir krónur.