Galaxy, ið avloysir Smyril, hevur ikki siglt í dag vegna veður.
Men í morgin verður ætlandi siglt, men tó við broytingum í ferðaætlanini.
Á ssl.fo stendur soleiðis:
Broytingar á leið 7 galdandi fyri fríggjadag 19. septembur. Av tí at Galaxy skal bunkra olju í Havnini, verður siglt soleiðis á leið 7 fríggjadag 19. septembur:
Av Krambatanga kl. 6:00 og kl. 15:30 og av Havnini kl. 11:30 og kl. 19:00.
Bygdaleiðir í Suðuroy koyra ísv. broytingarnar á leið 7 fríggjadag 19. septembur, tvs. at koyrt verður til komur og fráferðir hjá Galaxy samsvarandi ferðaætlanini hósdagar.