Gallas beit Fróða

Fróði Benjaminsen hevur vinstra arm innbundnan í hesum døgum, tí franski verjuleikarin William Gallas beyt hol á hjá honum

FÓTBÓLTUR

Piatra Neamt, Rumenia: Leikararnir eru so smátt við at koma fyri seg aftur, eftir strævna dystin móti Frankaríki leygarkvøldið. Fróði Benjaminsen er kortini framvegis merktur av dystinum, tí Absalon Eysturoy, lækni á landsliðnum, hevur sæð seg noyddan til at viðgera arm hansara og binda hann inn.
Hetta tí, at Fróði Benjaminsen í einum nærdysti við William Gallas, var so óheppin at ríva hol í armin.
– Akkurát hvussu tað gekk fyri seg, veit eg ikki, men eg sá bara brádliga, at tað bløddi, greiðir Fróði Benjaminsen frá, sum síðani hevur fingið bruna í armin, eftir at Galllas ótilvitað setti tenninar í toftamannin.
– Men hetta hevur læknin nú hugt upp á, og tað kemur á ongan hátt at halda meg uttanfyri dystin í annaðkvøld, sigur Fróði Benjaminsen.

Egil við bláum eyga
Ein annar leikari, ið eisini hevur sjónlig merkir eftir dystin leygarkvøldið, er miðverjin Egil á Bø. Í dystinum hevði hann til uppgávu at ansa eftir millum annað Nicolas Anelka, sum í einum nærdysti var so óheppin at langa albogan í andlitið á Egil.
Tískil gongur næstelsti landsliðsleikarin við einum lítlum bláum eyga, sum tó á ongan hátt sær út til at órógva hann.