VEJLE VENJARI
Jens Tang Olesen verður nýggjur venjari í Vejle, har Christian Høgni Jacobsen í heyst vann sær fast pláss í álopinum á besta liðnum, sum stríðist fyri at varðveita plássið í næstbestu deildini.
Á tíðindafundi týskvøldið boðaði ítróttarstjórin í felagnum, Steen Thychosen, frá, at 56 ára gamli og royndi maðurin nú skal hava ábyrgdina av Vejle liðnum. Í heyst hevur Steen Thychosen sjálvur havt ábyrgdina, men tað var ongantíð ætlanin, at hann skuldi verða venjari longur enn til nýggjárs.
Jens Tang Olesen hevur verið venjari í knappliga fjøruti ár ella síðani í 1965. Millum feløgini, sum hann hevur verið venjari hjá, eru Herning Fremad, B1913, Randers Freja og FC Aarhus. Tey seinnu árini hevur hann fyri tað mesta tikist við undirvísing. Hann hevur verið stjóri á fótbóltsskúlanum á Hessel Gods í Grenå, sum er knýttur at Brøndby IF og á Nordjyllands Sports College í Frederikshavn.
At Jens Tang Olesen er gamal kenningur í føroyskum fótbólti kemst av, at tá ið FSF í síni tíð fór undir venjaraútbúgvingar, var tað í tøttum samstarvi við DBU. Jens Tang Olesen hevur í nógv ár verið instruktørur á hægsta stigi í DBU, og í tí sambandinum hevur hann fleiri ferðir verið í Føroyum og undirvíst og vegleitt.
Okkurt árið hevur ljóðað, at Jens Tang Olesen hevur verið upp á tal sum venjari hjá onkrum føroyskum felagi. Tað er ongantíð vorðið til veruleika. Men nú er Jens Tang Olesen venjari hjá einum føroyskum spælara. So er bara at vóna, at hann fer at vísa Christiani Høgna Jacobsen eins stórt álit, sum undanmaðurin hjá honum gjørdi, og at tað fer at roynast betri hjá Vejle, enn tað hevur gjørt seinastu tíðina.