Gamalt tarvafjós í nýggjum hami

Lions Suðuroy hevur sett gamla tarvafjósið á Hamri í Froðba í sera snotuligan stand.

Lions Suðuroy, sum hevur høvuðssæti í Hovi, har felagið eigur eini umbygd eldri sethús, hevur nú eisini sett sonevnda Tarvafjósið á Hamri í Froðba í stand. Hetta er eitt arbeiði, sum hevur tikið nøkur ár, men nú stendur Tarvafjósið liðugt, og eftir er mest sum bara at snøgga kring fjósið.

 

Á Hamri í Froðba, har skaldið og sumbingurin, Poul F. Joensen, búði saman við konu síni, Juliu Mortensen, varð í 2007 reistur minnissteinur. Minnissteinurin stendur tætt við húsini, har Poul F. Joensen og konan búðu og har sonurin, Jóhannus og kona hansara Sigrun, búgva í dag.

 

Tað var Lions Suðuroy, sum slóðaði fyri, at minnissteinur varð reistur yvir Poul F. Joensen. Steinurin varð tikin úr haganum í Sumba og førdur norður til Froðbiar. Nú hevur lionsfelagið so eisini fullført ætlanina - at seta gamla Tarvafjósið í sama umhvørvi í so góðan og flottan stand, sum viðhefta mynd vísir.

 

Formaður í Lions Suðuroy er Pauli Einarsson. Tað eru nøkur ár síðan, at felagið keypti Tarvafjósið, og seinnu árini hava limirnir fingist við at sett fjósið í stand. Millum limirnar, sum er 34 í tali, eru fólk við ymiskum førleikum, og her eru bæði timburmenn, snikkarar og fólk við øðrum handverksútbúgvingum.

 

- Onkur hevur sett sær spurningin, hvat tarvurin nú hevði sagt, um hann var í vælmaktini. Onkur annar hevur í skemti sagt, at nú hevði tarvinum neyvan skortað kvígur! sigur Pauli Einarsson, sum vísir á, at limirnir í Lions Suðuroy regluliga hava verið við í arbeiðnum at dagføra Tarvafjósið.

 

Í Tarvafjósinum er pláss fyri umleið 12-15 fólkum, sum kunnu sita, men við góðum vilja sleppa kanska eini 20 fólk inn í snotuliga húsið. Tað er Guðmundir K. Jacobsen á Vágs Skipasmiðju, sum hevur gjørt eikiborðið, og tað er Føroya Grótvirki í Skopun, sum hevur gjørt flottu borðplátuna úr føroyskum gróti.

 

Í Tarvafjósinum er wc við brúsu, og her er eisini hems við stólum og borði. Ætlanin er eisini, at tað skal kunna bera til at sova á loftinum. Pauli Einarsson sigur, at útsýnið úr Tarvafjósinum er sera vakurt, tí býlingurin á Hamri liggur lutfalsliga høgt í bygdini.

 

- Jú, hetta er eitt vakurt umhvørvi og eitt fantastiskt útsýni, sum kann geva íblástur til mangt og hvat, sigur formaðurin í Lions Suðuroy við Vikublaðið, sum er borið í hvørt heim í dag.