Gamla Seglhúsið kann brúkast til mangt

- Her eru listaframsýningar, og her eru góðir karmar til tiltøk, merkisdagar og veitslur av ymiskum slag, sigur Símun Gullaksen.

 

Tað eru hjúnini, Símun og Jastrid Gullaksen, sum eiga Gamla Seglhúsið í Klaksvík, sum tey keyptu í 2005 og byrjaðu at seta í stand í 2011.

 

Hetta er ein bygningur, sum upprunaliga varð bygdur sum pakkhús í 1914, men sum skjótt varð leigaður út, og øll árini hevur verið best kendur sum gamla seglhúsið.

 

Símun Gullaksen fór í holt við bygningin saman við tveimum vinmonnum, og hann fekk eisini í aðrar mátar góða hjálp. Seinni komu eisini ein timburmaður og ein snikkara og løgdu líka sum seinastu hond á verkið.

 

- Bygningur er í trimum hæddum, og samlaða fermetratalið er 230. Her eru tveir smærri útbygningar, ein heim eftir og ein niðaneftir.

 

Kona Símun, Jastrid, er grafikari, og hon eigur og rekur fyritøkuna, Sp/f Grafia, sum heldur til á loftinum í Gamla Seglhúsinum. 

 

Símun Gullaksen sigur, at tey hava brúkt restina av húsinum til listaframsýningar.

 

- Vit hava bæði stóran áhuga fyri list, og her hava verið nógvar framsýningar tilsamans - við bæði kendum og minni kendum listafólkum.

 

##med2##

 

Hølini í Gamla Seglhúsinum verða eisini leigað út til ymisk endamál, og hetta kann vera til alt frá dópsveitslum, konfirmatiónum, føðingardøgum til smærri brúdleypsveitslur.

 

- Her kunnu í mesta lagi 40 fólk sita til borðs í senn, og hetta eru eini fantastisk høli til fyrilestrar, fundir, temadagar, merkisdagar og mong ymisk høvi og tiltøk, sum kunnu halda seg innan hesar karmar. Í kjallaranum hava vit eisini uppvørpu.

 

Símun Gullaksen sigur, at í november og desember plaga tey at skipa fyri jólafrokostum í hølunum.

 

- Vit hava festi í Hattarvík, og soleiðis hava vit bæði kjøt, epli og røtur, sum vit sjálvi velta. Tískil plaga vit at bjóða feskt ella ræst kjøt til jólaborðini, tá fólk ynskja tað. 

Hann vísir á, at sjálvandi avgera fólk sjálvi, hvat tey vilja hava at eta til slík høvi, og soleiðis hava tey eisini samstarv við kokkar um mat og veiting.