Gamla sendingin tikin fram aftur

Ætlanin var at broyta afturvendandi samsendingina í Útvarpinum og SvF í ár. Hetta fall ikki í góða jørð hjá flokkunum, og tí hava fyrireikarnir avgjørt at fara aftur til gomlu skipanina

Tað tykist at vera tungt at fáa politikararnar at skifta kós, tá tað ræður um at fáa politiska boðskapin út til hyggjarnar og lurtarar í Føroyum.

Hesaferð var ætlanin at skipa sendingina øðrvísi í Norðurlandahúsinum. Av tí at flokkarnir hava gjørt vart við s ína ónøgd við nýggju sendingini, avgjørdi leiðslan í Útvarpinum og sjónvarpinum at fara aftur til gomlu skipanina.

Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, sigur at teir hava góðtikið, at politikarar vilja sleppa at fáa orðið og siga sína meining, uttan uppíblanding frá øðrum. Hetta verður nú gjørt, men harfyri er tankin um at skipa sendingina øðrvísi, ikki sleptur.

Hann heldur kortini, at útvarpið hevur gingið nýggjar leiðir í valsendingunum í Útvarpinum.

Politikarar vilja tosa uttan uppíblanding

­ Politikararnir hava fingið orðið. Síðan hava teir svara spurningum frá journalistunum, og at enda hava lurtararnir fingið høvi at seta spurningar, sigur Jógvan Jespersen.

Tað nýggja í valsendingini úr Norðurlandahúsinum var, at bert eitt umboð fyri hvønn flokk skuldi luttaka í sendingini, sum skuldi skipast sum ein framløga fyri hvønn flokkin. Síðani var ætlanin at skipa pallborðs- orðaskifti, har umboðini fingu møguleika at gera viðmerkingar og taka samanum tað, sum var farið fram í valstríðnum.

Fyrireikararnir hildu, at fundurin á henda hátt hevði verið meira livandi og áhugaverdur at síggja og hoyra, men tað hildu politikararnir sum sagt ikki.

Valfundurin í Norðurlandahúsinum verður sendur beinleiðis 28. apríl kl. 20.30. Sendingin er umleið tveir tímar. Hvør flokkur fær eitt umfar á fimm minnuttir, og síðani trý umfør á tríggjar minnuttir.