Hendan myndin er av íbúðunum yvir í Lon í Havn, vanliga kallað »Revagarðarnir«, er tikin í 1950. Hetta er fyrsta sosiala byggjaríið hjá Tórshavnar Kommunu. Ovara Lon hevði fimm íbúðir og Niðara Lon hevði átta íbúðir. Fyrstu fólkini fluttu inn í 1949.
Myndin er tikin frá einum stórum steini niðan móti Frúutrøð, nevndur »Hestahøvdið«.
Norðan fyri Ovara Lon sæst turkihúsið, har tey turkaðu klæði. Niðan fyri tað sæst vaskirúmið, sum hevði kókigrýtu.
Hinu megin Bókbindaragøtu síggjast húsini hjá Jóannes Frederiksen, Johan Slættalíð, Christian Samuelsen (Kiss), Jens Poulsen, Hans Hendrik Jacobsen og Oliver Kragesteen. Vinstrumegin hómast tekjurnar á húsunum hjá Bernhard Arge og Anton Toftalíð. Høgrumegin síggjast hús-ini hjá Emil Juul Thomsen, og niðan fyri hómast tekjan hjá Hans Nielsen. Úti á Skansanum sæst veðurhúsið, har fók eisini hava búð.
Myndina eigur Kemm Poulsen.