Forsætisráðharrin í Póllandi, Mateusz Morawiecki, tekur meira rívan til um gasslekarnar enn hansara starvsbrøður og leiðarar í eitt nú Danmark og Týsklandi gera. 

Gasslekar í Norðsjónum eru russiskt herverk

Mateusz Morawiecki heldur, at stóru gasslekarnir helst eru byrjanin til eina nýggja víðkan og tilgongd av krígnum í Ukraina.

 

 

Forsætisráðharrin í Póllandi, Mateusz Morawiecki, tekur meira rívan til um gasslekarnar enn hansara starvsbrøður og leiðarar í eitt nú Danmark og Týsklandi gera. 

Pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, er ikki í iva um, at stóru gasslekarnir í Nord Stream 1 og Nord Stream 2 eru herverk.

 

- Vit vita ikki smálutirnar um tað, sum er hent í dag, men vit síggja klárt og týðiliga, at her er talan um herverk, sigur hann.

 

Mateusz Morawiecki heldur, at stóru gasslekarnir helst eru byrjanin til eina nýggja víðkan og tilgongd av krígnum í Ukraina.

 

Forsætisráðharrin í Póllandi tekur meira rívan til enn hansara starvsbrøður og leiðarar í eitt nú Danmark og Týsklandi gera. 

 

Hesir hava nevniliga sagt, at mangt bendir á, at gasslekarnir í Norðsjónum eru herverk - uttan at tora at staðfesta hetta við vissu.

 

Tað eru stórir lekar á gassrørleiðingini á leiðini við Bornholm.

 

Hetta eru leiðingar, sum skulu flyta gass úr Russlandi til Evropa, men hvørgin av leiðingunum eru í drift í løtuni, veit Verdens Gang at siga.

 

##med2##

 

Ståle Ulriksen, sum starvast við norska Sjókrígsskúlan, heldur, at lekarnir á Nord Stream 1, snúgva seg um russiska sabotagu.

 

- Eg trúgvi, tað er Russland, sum vil taka hvørkratak um veitingarnar - uttan at siga nakað um tað, heldur Ståle Ulriksen í samrøðu við E24.no.

 

Lærarin við Sjókrígsskúlan leggur aftrat, at norskar gass-og orkuveitingar ongantíð áður hava verið so týdningarmiklar strategiskt.

 

Stóru gassleiðingarnar, Nord Stream 1 og Nord Stream 2, liggja úr Russlandi til Týsklands um Eystursjógvin.

 

Tað var í gjár, at tað byrjaði at leka úr aðrari leiðingini, og fáar tímar seinni byrjaði eisini at leka gass úr hinari leiðingini.

 

Mykhailo Podoljak, ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, skrivar á Twitter, at gasslekarnir eru ein russisk yvirgangsatsókn.

 

- Ætlanin við gasslekunum er at skapa ræðslu, áðrenn veturin kemur, og endamálið er at gera búskaparligu støðuna í Evropa óstøðuga.

 

##med3##

 

 

 

Forsætisráðharrin í Póllandi, Mateusz Morawiecki, tekur meira rívan til um gasslekarnar enn hansara starvsbrøður og leiðarar í eitt nú Danmark og Týsklandi gera. 

Ståle Ulriksen starvast við norska Sjókrígsskúlan.

Myndin er tikin úr einum donskum F-16 flogfari. Danska verjan eigur myndina.