Gates ímóti AIDS

Microsoft-stovnarin Bill Gates

hevur gjørt av at lata góðar 700 milliónir krónur til stríðið ímóti HIV og eyðkvæmi í India.
Bill Gates kunngjørdi sjálvur avgerðina mánadagin, tá hann var í India. Stuðulin er tann størsti, sum eitt einstakt land hevur fingið úr grunninum, sum Bill Gates og kona hansara Melinda hava stovnað.
Umleið 20 prosent av verkfrøðingunum, sum arbeiða hjá Microsoft, eru indarar, og Bill Gates hevur sagt, at fyritøkan hevur stóran áhuga í landinum. Hildið verður, at umleið fýra milliónir indarar hava HIV-smittuna, og metingar siga, at talið kann koma upp í 20 milliónir í 2010.