Gav ar­beið­s­gev­ar­a við­hald

Uppsøgd kvinna, sum fekk viðhald í Javn­støð­u­nevnd­ini, fekk ikki við­hald í Føroya Rætti.

Føroya Rættur hevur giv­ið til kennar, at ar­beiðs­gevari hevur lyft próv­­byrðuna í mun til upp­søgn av kvinnu, sum var við barn.
Málið snýr seg um, at ein kvinna, sum varð sett í starv hjá ein­um av limum Føroya Ar­beiðs­gev­arafelags, var sam­an við seks øðr­um í november 2008 upp­søgd, tí fyritøkan mátti tillaga virksemi til bú­skap­ar­ligu støðuna í Før­oyum.
Kvinnan var byrj­að í starvinum ein mán­aða undan upp­søgn­ini og metti ikki, at fíggj­ar­støð­an hjá fyritøkuni kundi vera broytt so nógv hesa stuttu tíðina. Kvinn­an metti, at hon var upp­søgd, tí hon var við barn, og kærdi málið til Javn­støð­u­nevnd­ina. Ein meiriluti í Javn­støðu­n­evnd­ini metti, at hon hevði verið fyri týð­andi mismuni vegna við­gongu og gav henni við­hald sambært § 6 í javnstøðulógini. Eisini varð mælt til eina sam­sýn­ing á 230.000 kr til kvinn­una frá fyri­tøkuni.
Fyritøkan var als ikki samd við Javn­støð­u­nevnd­ina og vildi tí ikki rinda nevndu sam­sýn­ing. Kvinnan legði tí mál­ið fyri Føroya Rætt. Dómur varð ikki sagd­ur í málinum, av tí at kvinnan tók málið aftur, eftir at Føroya Rætt­ur skrivliga hevði givið til kennar, at ar­beiðs­geva­rin fór at verða frífunnin í mál­i­num.
Rætturin legði til grund fyri frífinningini, at ar­beiðsgevarin hevði lyft próv­byrð­una fyri, at avgerðin um upp­søgn­ina ikki var grund­að á við­gong­una hjá kvinnuni. Rættur­in legði m.a. dent á, at ar­beiðs­gev­ar­in hevði tikið avgerð um upp­søgnina, áðrenn hann varð kunnaður um, at kvinnan var við barn. At kvinnan hevði verið í starvi so stutt, broytti ikki hetta.