Shipping 08
Tað var Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum setti Shipping Føroyar 2008 í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.
Løgmaður legði fyri við kendu orðunum, sum Pompejus hin Stóri brúkti, tá ið hann gav boð til rómverjar um í ódnarveðri at sigla korn úr Afriku heim til Rómaborg. Orðini vóru hesi: ”Navigare necesse est, vivere non est necesse” – ella ”At sigla er neyðugt, men ikki at liva”.
- Søgan ber eisini týðilig prógv um, at júst sjóvinna og handil vóru grundarlagið fyri tátíðarinnar stórveldum. Lítla landið Fønikia, sum lá, har Libanon liggur í dag, var longu 1000 ár fyri okkara tíðarrokning ein av heimsins miðdeplum. Hetta var ikki tí, at landið var stórt, men har var ein virkin sjóvinna og tí eisini eitt virkið handilslív.
Hann segði, at sjóvinna og handil vóru eisini grundarlagið fyri menningini í eitt nú Grikkalandi, Italiu, Spaniu, Portugál og ikki minst Stórabretlandi.
- Hesi fólk sóu ikki havið sum eina forðing, ið býtti sundur, men sum eina farleið, ið bant saman og læt upp møguleikar.
Politisk skylda
Løgmaður segði, at landsstýrið og samgongan hava eina politiska skyldu til at seta út í kortið og skapa fortreytir fyri, at landið framhaldandi kann mennast.
- Vit skulu við árvakni leita eftir møguleikum, soleiðis at allir møguleikar verða gagnnýttir til fulnar. Í hesum arbeiði hava vit ikki loyvi til at lata teigar liggja í órøkt. Endamálið við hesi ráðstevnu er júst at gera vart við, at her liggur lendið, sum bíðar eftir, at hakin verður meira dúgliga brúktur,
Hann vísti á, at millum møguleikar, sum peikað hevur verið á, er eitt nú KT-vinna, fíggjarvirksemi og ferðavinna – og hetta er skilagott, legði hann aftrat.
- Men tá ið hesi málsøki verða sett í miðdepilin, kann tað tykjast uppaftur meira løgið, at ein siglandi tjóð sum okkara ikki í nóg stóran mun hevur gjørt brúk av møguleikunum innan sjóvinnu og shipping.
Jóannes segði, at sitandi samgonga hevur sett fokus á sjóvinnuna og á FAS-skipanina, har henda skipan skal gerast kappingarfør við líknandi skipanir uttanum okkum.
- Tað skal ikki vera nakar beinleiðis fyrimunur at velja eina aðra skráseting fram um okkara, legði hann aftrat.
Opin – og tó
FAS-skipanin varð sett á stovn í 1992, og tá varð hon ætlað sum ein fyribyrgjandi skipan, so føroysk farmaskip ikki skuldu fara undir fremmand fløgg.
- Skipanin varð tó gjørd sum ein opin skipan, har útlendsk reiðarí eisini kundu skráseta síni skip í FAS eftir nærri treytum. Nøkur útlendsk skip hava verið skrásett í FAS, men kappingin er hørð, og nógvar líknandi skipanir eru um heimin – skipanir, sum FAS ikki hevur kunnað kappast við, segði hann.
Løgmaður ásannaði, at FAS-skipanin hevur ikki megnað at gagnnýtt teir møguleikar, sum ein altjóða skipaskráseting hevur.
- Her hava vit møguleikar at draga at okkum útlendsk skip og reiðarí og at menna nýggjar inntøkuvinnur innan sjóøkið.
Hann vísti á, at allar samgongur síðan 1992 hava havt eitt ynski um at bøta um FAS-skipanina, tó uttan úrslit.
- Men nú fer tað at henda. Málið er, at ein endurskipað FAS-skipan fer at økja um føroyska farmaskipaflotan og harvið økja um avleitt virksemi og inntøkurnar til Føroya.
Eingin mótstøða
Í setanarrøðu síni nevndi løgmaður eisini, at tað í ár eru liðin 200 ár, síðan Nólsoyar Páll doyði.
- Saman við øðrum bygdi hann á Fløtuni Fríðu í Vági í 1804 Royndina Fríðu, sum var fyrsta skip bygt í Føroyum og átt av føroyingum síðan miðøldina. Nólsoyar Páll var fram um alt ein visjónerur maður, sum stríddist fyri at fáa fríhandil í Føroyum. Við Royndini Fríðu royndi hann at skapa vinnuvegir og skapa búskaparligan vøkstur í føroyska samfelagnum.
Jóannes vísti á, at framfýsni hjá Nólsoyar Pálli møtti mótstøðu frá myndugleikunum her á landi, sum beinleiðis løgdu forðingar fyri hansara ætlanum og átøkum.
Lyfti løgmans
- Mítt lyfti skal vera, at framfýsni og royndir hjá tykkum at skapa nýggjar vinnumøguleikar skulu ikki møta mótstøðu og forðingum frá myndugleikunum. Landsstýrið fer nú at taka tey stigini, ið skulu til fyri at skapa neyðugu karmarnar fyri, at shipping-vinnan í Føroyum skal kunna mennast og veksa.
Løgmaður gav eisini sítt lyfti um, at FAS-skipanin verður endurskipað, so hon verður kappingarfør og kann stuðla uppundir búskaparligum vøkstri í samfelagnum.
- Eg vóni, at henda ráðstevna fer at geva okkum øllum størri áræði og virkishug enn higartil, segði Jóannes Eidesgaard, tá ið hann setti Shipping Føroyar 2008.