Javnleikur til Sandnes ULF - Mjøndalen tapti fyri oddaliðnum

Føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini fingu bert eitt stig í kvøld

Føroyingarnir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini fingu fulla spælitíð í kvøld.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF megnaðu á útivølli javnleik 1-1 móti Raufoss. 

 

Raufoss legði seg á odda í 30. minutti, men beint undan steðginum javnaði Tommy Høiland til 1-1.

 

Sandnes er aftast í deildini við 17 stigum. Teir hava átta stig upp til Mjøndalen og Aalesund, ið hava 25 stig hvør, og Sandnes hevur níggju stig upp til Levanger, ið er røttu megin niðurflytingarstrikuna. Bert fýra dystir eru eftir at leika, so tað er ógvuliga sannlíkt, at Sandnes má niður í triðbestu deildina.

 

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen taptu á útivølli 2-4 móti greiða oddaliðnum í deildini, Vaalerenga sum longu hevur tryggjað sær uppflyting til bestu deildina.

 

Vaalerenga var á odda 3-0 í steðginum. Ole Sveen megnaði við tveimum málum skotin í 50. og í 67. minutti at fáa spenning í dystin aftur. Men so svaraði Vaalerenga aftur við at skora til 4-2.

 

Mjøndalen er næstaftast við 25 stigum. Bert málmunurin skilir Mjøndalen frá Aalesund, ið er á triðaftasta plássinum, ið gevur rætt til at spæla tveir upp- og niðurflytingardystir. Mjøndalen hevur bert eitt stig upp til Levanger, ið er á fjórðaftasta plássinum, ið merkir bjarging aftaná lokna kapping.

 

Mánakvøldið 21. oktober tekur Mjøndalen móti Sogndal á heimavølli. Sama kvøld hevur Sandnes heimadyst móti Lyn Oslo.