Gávan til børnini

Jólini hoyra jú børnunum til, so her er okkara besta boð upp á eina vældámda gávu undir jólatrænum. CD-rom¹in við Thomas og Tim

Tekstmaskinan


Thomas og Tim eru tvær klassiskar hetjur í stíli við onnur stór nøvn sum Bamsu og Kjúla, Annu og Lottu og Kaj og Andreu. Nú hava tey so gjørt lopið frá sjónvarpi til PC, og tað eru tey ikki vorðin verri av ­ heldur tvørturímóti.


Frá SV til PC

Fyri tey fáu, ið ikki vita tað, eru Thomas og Tim brøður, sjey og trý ára gamlir, sum saman við vinkonuni Fridu og hundinum Fifi alla tíðina gera veruleikan um. Tá gerandisdagurin gerst keðiligur, gera tey ymiskar smálutir um til trøll, skjótar bilar, oyðimarkarferðaløg o.l., og spæla sjálvi super-hetjurnar. Í sjónvarpinum er tað hugflog av fremsta slag, og við einføldum miðlum er tað eydnast at flyta hugmyndina frá teknifilmi til telduspæl.

Eitt av miðlunum er hin allastaðni nærstaddi Jesper Klein. Hann leggur rødd til figurarnar, og kemur stak væl frá tí. Eitt annað er ein gandastavur. Við gandastavinum kunnu Thomas og Tim til dømis gera eina trillubøru um til ein bát og eina spælibyrsu til eina veruliga byrsu. Og hinvegin, tá spælið fer fram í hugmyndaverðini, kann stavurin nýtast at síggja, hvat dreingirnir í veruleikanum gera. Einaferð enda teir í búkinum á einum hávi, men í veruleikanum spæla teir undir búkinum á eini kúgv.


Superhetjurnar

Thomas og Tim er tvey spøl, Skattajagstranin og Superhetjurnar, sum bæði eru gjørd eftir verandi teknifilmum. Spølini hava einar tíggju pallmyndir, har hetjurnar skulu svara nøkrum uppgávum og snúgva sær ígjøgnum nøkur rørslubrot. Millum spølini verður søgan søgd víðari við brotum úr teknifilmi.

Loysnirnar liggja ikki tíbetur ikki altíð beint fyri nøsini og action pallmyndirnar eru tøkniliga einfaldar, men rættiliga stuttligar. Serliga tvídysturin millum Fridu sum toppleysa havfrúgv og hin vónleyst ástarbundna Thomas. Frida slær við stertinum, meðan Thomas roynir at nema bróstini á henni.


Ikki spæl-og-lær

Lagið er gott á Thomas og Tim, og ein lærir ikki annað enn at hava tað stuttligt. CD¹in er heilt reinsað fyri pedagogiskar lærureglir, og fer heilt vist at vera sera væl dámd av børnum millum seks og átta ár. Einasta at finnast at er, at spælið varir nakað stutt.


Fakta

Thomas og Tim skuldu kunna spælt á eini 486/66 teldu við Windows 95 og 16 MB RAM.