Gazprom gloppar dyrnar fyri Føroyum

Avbjóðing Ein av heimsins størstu fyritøkum, russiska Gazprom, hevur boðið Johan Dahl, vinnumálaráðharra at vitja á høvuðsborgini í Moskva.

Tað er ikki hvønn dag, at ein føroyskur landsstýrismaður fær innbjóðing at vitja eina av heimsins máttmiklastu fyritøkum. Men mánadagin hendir tað. Tá fer Johan Dahl, vinnumálaráðharri til Ruslands at vitja heimsins størstu gassfyritøku, tað almenna Gazprom. Við hon­um vera eisini umboð fyri Jarð­feingi og Føroya Tele umframt danska gassfelagið DONG.
Tað er eingin minni enn aðalstjórin í Gazprom, Alexander Medvedev, sum hevur boðið Johan Dahl at vitja. Gazprom er størsta fyri­tøkan í Ruslandi og telist eisini stjóri tess millum heim­sins 16 máttmiklastu per­sónar sambært ameri­kanska tíðarritinum Time Magazine.
Men hvussu ber tað til, at henda kraftmikla russ­iska bjørnin hevur boð­ið ein­um føroyskum vinnu­mála­ráðharra á vitjan! Tann spurningin settu vit Johan Dahl, landsstýrismanni, sum er við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til hesa heldur óvanligu ferð eystur­eftir.

DONG og Johan Mortensen
– Tá vit vóru á um­hvørvis­ráð­stevnu í Keypmannahavn í desember hittu vit eisini forstjóran og leitistjóran hjá danska gassfelagnum DONG. Tilsteðar var eisini Johan Mortensen, sum hevur havt samstarv við DONG í mong ár og sum eisini hevur ráðgevarauppgávur fyri Vinnu­málaráðið. Har var m.a. tosað um møguleikarnar at kunna um føroyskt vinnu­lív og føroyska olju- og gass­leitiøkið. Semja varð um, at tað kundi verið áhugavert at kunna heimsins størsta orkuframleiðara, Gazprom um føroyska landgrunnsøkið innan olju og gass og um teir møguleikar vit halda kunnu vera her í framtíðini.
Tað gekk so heldur ikki long tíð eftir, at før­oysku umboðini vóru kom­in heim­aftur úr Keyp­manna­havn, at har kom ein inn­bjóð­ing frá stjóranum í Gazprom, Alexander Medvedev um at koma til Moskva at vitja og greiða frá føroyskum vinnulívi og oljuleitingarøki.
– Vit hildu sjálvandi, at tað var sera áhugavert at fáa henda møguleikan og hava so valt at taka av inn­bjóð­ing­ini. Eisini hava vit biðið Føroya Tele, sum er ein tele­com­veitari, ið longu veitir tænastur til oljufelagið BP vestan fyri Hetland um at koma við og kunnað um tað teir kunnu bjóða fram.
Farið verður úr Føroyum 24. mai og verður steðgað í Moskva í tveir dagar. Johan Dahl, sum er ikki sørt ovfarin av men eisini fegin um, at henda vitjan er komin í lag, ivast ikki í, at fundurin við Gazprom verður áhugaverdur eisini fyri okkum, tí hann kann lata upp fyri samstarvi í størri mun enn talan er í dag millum Føroyar og Rusland.
Hann vísir á, at vit longu í dag hava eitt stórt samstarv við russar á fleiri økjum. Tað verður seldur nógvur fiskur til londini eystanfyri, og tað verður handlað við timburi, fiski og kvotum. So at sleppa inn um dyrnar hjá Gazprom og fáa samband við netverkið har er og har­við kunna medvirka til, at Føroyar og føroyskt vinnulív og sjálvandi eisini russiskt vinnulív kunnu samstarva breitt á enn fleiri økjum heldur landsstýrismaðurin er ein kærkomin møguleiki, sum vit eiga at gagnnýta og taka av.

Máttmikil Medvedev
– Tað skilst, at tað er ikki bara sum at siga tað hjá út­lendskum feløgum og sjálvt londum at sleppa inn um dyrnar á høvuðsborgini hjá Gazprom!
– Tað er nokk ikki so einfalt at fáa ein fund við henda Medvedev, sum vit hava fingið. Og tí kunnu vit takka DONG, sum hevur eitt gott samstarv við russar og ikki minst Johan Mortensen, sum við sínum áralongu roynd­um at samstarva við út­lendingar og útlendsk feløg roynir at byggja brýr millum føroyskt vinnulív og í hesum førinum risafyritøkuna Gaz­prom.
Eg eri sjálvandi sera feg­in um, at tað hevur verið møgu­ligt at fáa ein slíkan fund á so høgum stigi í lag. Har vit kunnu greiða frá Føroyum, føroyskum vinnulívi og okk­ara oljuleitiøki. Eisini hvørjar tankar vit hava um framtíðar leiting her og í hvønn mun eitt nú eitt felag sum Gaz­prom kann hava áhuga í at vera partur av leitingini. Antin til eina komandi olju­útbjóðing ella nú, tá vit fara at marknaðarføra ein »open door« møguleika, har feløg kunnu koma inn og hyggja at ávísum økjum, sum longu hava verið útboðin og kanska hava áhuga fyri at kanna og bora í teimum økjunum.

Heri Ziska við
– Kann hetta merkja, at vit kanska fara at síggja russ­iska Gazprom vera part av framtíðar olju- og gass­leit­ingini við Føroyar?
– Tað er ilt at meta um enn, men at koma so langt sum at kunna um føroyska økið á høvuðsborgini hjá Gazprom er eitt stórt stig á leiðini. Jarðfeingi verður við á fundinum. Heri Ziska fer at greiða frá føroyskari olju­søgu, tí, sum er farið fram á landgrunnsøkinum og tí, sum liggur fyri framman. Eg síggi hetta sum ein gyltan møguleika at skapa áhuga hjá Gazprom og kanska øðr­um feløgum í Ruslandi at bjóða uppá leitiøki í Føroyum í framtíðini, og tað kann bara vera positivt fyri føroyska vinnulív og føroyska sam­felagið sum heild.
– Nú síggja vit, at norska Statoil og Gazprom eru farin í sam­starv. Vitandi at Statoil er rættil­iga virkið í Føroyum kann tað tá hugsast, at hesi bæði feløgini eisini fara at finna fram til okkurt slag av sam­­starvi á føroyska land­grun­­n­inum, møgu­liga eisini saman við DONG og saman við før­oyskum mynd­ug­leik­um?
– Tað eru vit sum mynd­ug­leiki, ið skulu skapa karm­arnar fyri vinnuna, og tað er eisini tí vit hava samtykt eina lóg, sum sigur, at feløg kunnu søkja um leitiloyvi til ávís øki uttan, at ein nýggj útbjóðing skal gjøgnum løgtingið. Tað eru sjálvandi feløgini, sum mugu finna fram til samstarv. Bæði Statoil og DONG, sum hevur eitt samstarv við Gazprom í sambandi við eina gassleiðing úr Eystrasalti, kunnu sjálvandi hugsast at finna fram til okkurt sam­arbeiði her eisini.
Johan Dahl vísir á, at tað samstarv, sum longu er millum DONG og Damark og Rusland er so at meta sum eitt goodwill vit fáa lut í. Og so vil tíðin vísa, um hurðar latast upp fyri okkum eisini og har vit kunnu vísa flaggið og vísa okkara økið fram, sum vónandi verður eitt spennandi øki fyri bæði olju og gass í framtíðini.

Keypa bíligari olju úr Ruslandi
Vinnumálaráðharrin heldur sjálvur, at eitt samstarv við Gazprom kann eisini gerast katalysatorurin til aðrar samstarvsmøguleikar.
– Tað er sjálvandi ilt at siga her og nú, hvat tað kundi verið. Men tað vit vita er, at Gazprom arbeiðir inn­an mong vinnulig øki og ikki bara innan olju og gass. Hyggja vit at Føroyum, so eru vit í dag sera bundin at bæði tungolju og vanligari gass­olju, og tað kann gott vera, at henda vitjan kann lata upp hurðar fyri onnur føroysk virki so sum EFFO og MAGN og SEV og aðrar, sum kundu hugsað sær at fingið olju til vega frá slíkum sum Gazprom. Eg fari sjálvandi at kunna um alt hetta á fundinum, eitt nú hvussu okk­ara forbrúk er. Hetta er jú sera lítið í teirra høpi. Vit brúka kanska fyri eina milliard um árið, sum er sera lítið í Gazprom høpi. Kanska vitjanin tí eisini kundi verið ein duraopnari fyri, at vit kundu keypt bíligari olju enn í dag.
– Sær tú nakrar trupul­leik­ar og vandar í tí at víðka um okkara samstarv við russar eitt nú á oljuøkinum her í Norðuratlantshavi?
– Tað dugi eg øgiliga illa at síggja nakran vanda í. Olja er ein altjóða vøra. Og feløgini í hesi vinnuni eru altjóða feløg. Gazprom er jú eitt felag eins og onnur. Gaz­prom letur 70-80% av øll­um gassinum til Europa. Vit 50.000 menniskju úti í Atlants­havi koma neyvan at hava nakran týdning í so máta. Vit mugu síggja hetta í einum vinnuligum høpi og sum ein fyrimun at sleppa at kunna um Føroyar sum ein møguleika hjá stórum feløgum at arbeiða í.