Men tað eru ikki heilsumyndugleikar, ið hava sett hesa frámerking um vegleiðandi dagliga føðslu í verk. Tað er stóra matvøruvinnan í Evropa - Confederation of Food and Drink Industry in Europe, stytt CIAA - sum hevur tikið stigið. Skipanin er sjálvboðin og ídnaðurin í fleiri londum hava tikið hana til sín. Fleiri hava kanska lagt til merkis GDA á sjokolátuni frá Cadbury. Í Onglandi hevur vinnan nýtt GDA í fleiri ár. Týskland, Finnland, Póland og Ungarn eru eisini við. Í Danmark og Noregi hava brúkara- og áhugafeløg verið rættiliga atfinningarsom um nýggju skipanini, men fleiri danskar matvørufyritøkur hava tó tikið hana í nýtslu. Tað er Dansk Industri, sum varðar av GDA í Danmark
Evropeiska matvinnusamtakið CIAA hevur sett sum krav, at vanliga føðslulýsingin, ið myndugleikar hava lóggivið fyri altíð skal standa saman við GDA. Tankin er at hesi saman skula hjálpa brúkaranum at seta saman eina dagliga føðslu í javnvág við viðurkendu heilsuráðini frá Evropeiska Samveldinum og heims-heilsufelagsskapinum WHO.
GDA-virðini eru galdandi fyri sokallaðan ”miðalpersón”, tað er á leið sum ein sunn vaksin kvinna, ið hevur idealvekt og rørir seg nakað. Tørvurin fyri orku og ymsu føðsluevnini veldst so um bæði kyn, aldur og hvussu nógv ein rørir seg.
Men er tað ikki bara at gleðast um fáa enn fleiri upplýsingar um hvat er heilsugott at eta? Vit kunna kanska svara spurninginum við at hyggja at amerikanska samfelagnum. Onga aðrastaðni er so nógv upplýsing og merking um hvat er gott at eta á matvørunum. Men onga aðrastaðni hava fólk so stórar heilsutrupulleikar av at eta nógvan heilsuvánaligan mat.
Man eitt samband vera millum hesi?
Danska Brúkararáðið, Hjartafelagið, Krabbameinsfelagið og Diabetesfelagið halda í hvussu so er ikki at danir hava gagn av GDA-skipanini. Tvørturímóti hava tey í felags skrivi til Matvørunevndina í danska Fólkatinginum ávarað um skipanin villeiðir meira enn hon gagnar.
- Har eru ov nógv tøl og tað verður ikki skilt í millum tilsett og natúrligt sukur, sigur Morten Strunge Meyer frá danska Krabbameinsfelagnum.
Mads Hyldgaard frá danska Hjartafelagnum heldur at vinnan við GDA-skipanini kann villeiða við tølum, soleiðis at tað gerst lættari at selja vørur, ið kanska ikki eru so heilsugóðar kortini.
Camilla Udsenfrá Danska Brúkararáðnum sigur at tey arbeiða fyri at forða, at GDA-skipanin gerst partur av felags ES-merking framyvir. Brúkararáðið hevur longu meldað fleiri stórar fyritøkur fyri villeiðandi innihalds- og føðslulýsing á matvørunum.
Nú nógv føroysk matvørulóggáva verður harmoniserað verða ES-lóggáva, er spennandi at vita hvat hendir við matvøruvinnuni í Føroyum.
Men at taka støðu til GDA sleppa vit neyvan undan. Í hvussu so er ikki framman fyri handilshillina.
Bag-in-Box ella posavín fær skoðsmál í Vínummælinum í dag.
Pastaskrúvurnar verða tugdar og mettar í Matummælinum.
Úrmælingurin og kostráðgevin, Oscar Umahro Cadogan vil við nýggju bók síni kollvelta alla familjuna.
Og í Uppskriftini fer ein annar kostráðgevi, Elin Dimon Næs úr Hvalba at greiða frá sínum virksemi og so letur hon okkum eisini eina heilsugóða uppskrift at byrja árið við.
At enda fari eg at heita á lesarar um at tekna seg til eitt komandi tíðindabræv, ið umvegis telduposti - fer at kunna um hvat rørir seg í Grams-høpi annars.
Hetta gerst heilt einfalt við at skriva til
mortan@hamrabyrgi.com
og upplýsa navn og teldupost.