Geert Wilders fær ikki valdið í Hollandi

Hinir flokkarnir siga, at hann ræðist at taka ábyrgd og tí ber ikki til at samstarva við hann, sigur Óli Samró, sum býr í Hollandi, har val er í dag.

Holland er petta sundur í samband við hetta valið

 

28 flokkar stillaðu upp til hollendska tjóðartingsvalið, sum hevur verið í dag. Sitandi forsætisráðharrin, Mark Rutte, fer væntandi at vinna valið, men PVV, flokkurin hjá høgravíðgongda Geert Wilders sær út til at gerast næststørsti flokkur.

 

Óli Samró, sum býr í Hollandi, sigur, at seinastu árini eru stóru flokkarnir eru pettaðir sundur, so tú hevur fingið fleiri smærri flokkar við seráhugamálum. Har eru fleiri kristiligir flokkar, fleiri pensjónistaflokkar, liberalir flokkar, ein flokk fyri entreprenørar og sum rosinan í pylsuendanum, ein flokk, sum stríðist fyri djóravælferð.

- Til seinasta val stillaðu eini 22 flokkar upp og eini 12 teirra fingu umboðan. Í ár stilla 28 flokkar upp og eini 15 fara at vinna sær umboðan, tí at sperrumarkið er so lágt, einans 0,67 prosent, sigur hann.

 

Mest uppmerksemi hevur høgravíðgongdi politikkarin Geert Wilders fingið.

- Hann ríður á einum anti-islamskum, nasjonalistiskum ráki og fær stóra undirtøku. Líkindin fyri, at hann skal fáa nakra ávirkan eftir valið er tó smá, hóast hann liggur til at gerast næst størsti flokkur. Allir hinir flokkarnir hava boðað frá, at teir fara ikki at samstarva við Wilders. Avbjóðingin er bara, at so nógvir av teimum mugu samstarva, fyri at halda Wilders uttan fyri ávirkan, sigur Óli Samró. Í einum sjónvarpskjakið herfyri svaraðu umboð fyri allar hinar stóru flokkarnar, at teir undir ongum umstøðum fóru at samstarva við Geert Wilders.

 

Seinastu dagarnar hevur ein rættilig stjórnarkreppa tikið seg upp millum Turkaland og Holland, eftir at Holland hevur strikað innferðarloyvi hjá ymiskum turkiskum politikkarum, sum vildu føra valstríð í Hollandi.

- Tað tykist, sum at forsætisráðharrin Mark Rutte er tann, sum hevur vunnið mest upp á hetta. Hann hevur fingið stuðul frá Angelu Merkel og øðrum stjórnarleiðarum og tað tykist, sum hann fær stuðul frá fólkinum í hesum málinum. Geert Wilders hevur kortini eisini skorað væl upp á hetta, so soleiðis sæð hevur hetta mest skatt teir minnu flokkarnar, sigur Óli Samró.

 

Geert Wilders hevur ongantíð sitið í hollendsku stjórnini, men frá 2010 til 2012 var hann stuðulsflokkur hjá fyrru stjórnini hjá sitandi forsætisráðharranum, Mark Rutte. Hann hevur tó boðað frá, at hann ikki fer í samstar við Geert Wilders aftur, tí at høgravíðgongdi politikkarin ræðist at taka ábyrgd.

- Tað er lætt at koma við tómum tosi, tað er nakað heilt annað at stjórna einum landi, segði Mark Rutte nýliga um Geert Wilders.

 

Tað er eingin ivi um, at hinir flokkarnir vilja halda Geert Wilders frá ávirkan, men avbjóðingin er, at so nógvir flokkar koma inn í tjóðartingið og tí mugu so nógvir flokkar samstarva, fyri at skipa eina stjórn.

- Tað er sannlíkt, at vinnandi flokkurin má samstarva við religiøsar flokkar, við liberalu flokkarnar, pensjónistaflokkarnar og kanska enntá djóraflokkin, fyri at skipa stjórn og tað verður ein stór avbjóðing, sigur Óli Samró.

 

Hollendska tjóðartingið hevur 150 limir, so tað krevur 76 limir fyri at kunna skipa eina meirilutastjórn. Minnilutastjórnir eru tó ikki nakað ókent fyribrigdi í Hollandi.

 

Valhølini í Hollandi lótu aftur klokkan 20 føroyska tíð og fyrstu forsøgnirnar siga, at konservativ-liberali flokkurin hjá Mark Rutte fer at gerast størsti flokkur, meðan Frælsisflokkurin hjá Geert Wilders gerst næststørsti. Endaliga úrslitið verður væntandi klárt onkuntíð millum midnátt og klokkan trý í nátt.