3. partur
Ein dagin vit fóru til útróðrar, kemur ein bátur at landi, og tveir menn eru við. Eg kendi annan mannin. Hann var úr Vík og kallaðist Johannes Djurhuus. Hann segði, at hann var við Tordenskjold, og teir vóru komnir inn við einum telegrammi, sum skuldi sendast. So skuldu teir aftur fara suður fyri fjarðirnar at royna. Eg spurdi hann, um tað kundi borið til hjá okkum at fingið eitt sleip suður fyri Hellingina. Hann helt, at tað mátti borið til. Hetta var ein lætti, vit sluppu undan at rógva sjálvir. Tá ið teir hildu, at vit vóru komnir nóg langt, sleptu teir okkum.
Vit settu so línuna og lótu hana standa í tveir tímar, so løgdu vit á at draga. Vit vóru ógvuliga spentir, tí tað var so tungt at draga. Tað vísti seg at vera toskur á. Vit fingu 20 toskar á fyrsta stykkinum, men vektin var líka nógv enn á línuni. Men nú blivu tað bara lirar, eitt slag av steinbíti. Men teir blivu blakaðir út aftur. Einar tríggjar línur vóru drignar uttan meira av toski. Men so byrjaði at vera á aftur, og vit fingu floytufullan bát. Nú var tyngsta takið eftir, og tað var at rógva til lands. Veðrið var av tí besta, og vit nærkaðust so smátt. Men nú kom toka, og vit róðu í ein vesturhallan norðan. Tað gekk ikki so skjótt, tí báturin var so tungur. Men so klárað hann í, og vit komu inn móti Lambaoyruni, sum er út móti spíssinum á Langanesi.
Nú kom eitt fuglfjarðaskip inn við landinum. Men vit tordu ikki at biðja um enda og sleip, tí báturin var so tungur. Sleip kundi vera vandamikið við so tungum báti.
Vit komu at landi í øllum góðum, og vit vóru bestir av bátunum á Skála henda dagin. Men vit vóru eitt samdøgur um túrin.
Vit gjørdu av henda dagin ikki at fara aftur út á somu leið, tí so nógvur fiskur var nærri landi. Men kortini vóru vit har nakrar túrir og fingu altíð væl av fiski. Vit vóru tó altíð 4-5 línulongdir uttan fyri hinar bátarnar.
Sungu sum veiðan hevði verið
Her skal skoytast uppí, at bókin hjá Sámali Johansen “Til lands” er eitt gott íkast til hesa søgu um útróður til lands.
Sámal hevur eisini frásøgn hjá húsamanninum Sivar Højgaard, sum somuleiðis róði nógv út á Skálum.
Her er okkurt, sum ikki Jóannes hevur við. Til dømis greiðir hann frá, at við síðuni av teimum búði ein bátamanning, har tað vóru menn, sum dugdu væl at syngja. Tað hoyrdist væl á sanginum, um vikan hevði verið ein veiðivika. Hevði hon verið góð, var sálmasangurin harður og dunandi. Var hon vánalig, var tað ikki meira enn tað grælaði úr teimum.
Sildin kom
Aftur til Jóannes: Nú var sildin komin, og fleiri bátar fóru at royna eftir sild, men tað gekk ójavnt á.
Vit plagdu at seta gørnini um dimmi. Vit royndu so við snøri, meðan línan stóð. Vit máttu hyggja eftir, um nøkur sild var komin í. Hetta sóu vit á kíkinum. Tí mátti eisini ansast eftir, at ikki ov nógv onnur veiða varð tikin inn í bátin.
Vit kundu annars fáa uppí tvey trý skippund eina nátt.
Bara eina ferð varð ov nógv inntikið. Sildin hevði tað við at koma í tørnum. Eina ferð vit sóu eina torvu settu vit sildagarnið. Tá vit vóru næstan lidnir at seta, fór kíkurin undir. Vit hildu, at ein sildreki var komin í garnið. Vit løgdu á at draga, og tá ið vit fingu garnið á borði, var tað fult av sild. Vit gjørdu av at taka sildina burtur úr garninum, so hvørt vit drógu. Tað var skjótt, at báturin fyltist. Men móti endanum var minni í, og vit tóku endan á garninum við sildini í inn í bátin.
Tá var nóg so mikið í bátinum. Men tað var gott veður, tí spældi alt væl av. Tá ið vit vóru lidnir at taka burtur úr, bóru vit sildina út í íshúsið, sum stóð á bakkanum. Tað var í síni tíð bygt av íslendingum og føroyingum til føroysku skipini, sum royndu á Eysturlandinum. Tey kundu fáa bæði ís og agn haðani.
Vit kundu so fáa okkurt frá skipunum, sum okkum manglaði. Tað kundi vera margarin, sukur, keks, kaffi, te og okkurt sovorðið.
Veiðan hjá okkum hendan dagin vigaði 4.300 pund, og var hetta tað mesta, sum hevði verið í bátinum.
At bøta gørn fyri gøtumenn
Ein morgunin, eg hevði lagt meg uppá seingina, kemur ein smádrongur inn og sigur, at Dánjal (Poulsen) í Gøtu spyr, um eg kann koma inn til teirra. Eg segði, at eg skuldi koma. Eg fekk mær ein drekkamunn, og síðani fekk eg mær eitt sildagarnnoða. Eg visti frammanundan, at tað var at bøta teimum eitt sildagarn, at ørindini vóru. Tá eg kom í dyrnar møtti eg Tummasi í Bartalstovu. Hann spyr: “Hvar fer tú, tú er ikki vanur at renna hús úr húsi.” “Eg eri komin at bøta tað aftur, sum tínar bondsku hendur gera við gørnini, tá ið tú tekur sildina úr teimum.”
Eg kendi Tummas væl, áðrenn eg kom á Skála. Hann var giftur við eini einkju av Húsum, Johanna, og vóru tey ofta har og ferðaðust. Hetta dugdi hann eisini at taka. (Johanna gjørdist 100 ár og var omma Kaj í Bartalstovu, sum var við á ferðini).
Teir fóru eftir garninum, og eg fór síðan at hyggja tað ígjøgnum. Eg sá, at tað var illa farið. Fyrst tók eg tey ringastu holini, og tey vóru nógv. Eg helt, at eg fekk bert gjørt tað ringasta tann dagin, men eg kundi koma aftur, um teir ynsktu tað. Men tað varð ikki útróðrarveður dagin eftir, so eg fór eisini tann dagin. Nú vóru tað bara meskabrot og okkurt skrædlið, sum var eftir, og slapp eg við tað, áðrenn liðið var út á dagin. Teir vóru ógvuliga væl nøgdir við arbeiði. Dánjal gav mær uppí ein stóran pappírsposa av keks afturfyri arbeiðið. Hetta kom eisini væl við, tí nú minkaði hjá okkum, nú tað var ligið langt út í august.
Oliver á Ryggi á Skálum
Á hesum túrinum kom eg at kenna skaldið Oliver á Ryggi í Miðvági. Hann var av spakastu og stillastu monnum. Eg síggi hann enn fyri mær. Eisini kundi hann spáka sær ein túr eftir gøtuni sunnumorgnar í rotuskóm og tuflum. Hann kundi seta seg burtur frá hinum, hyggjandi suður móti Glettingarnes. Ein slíkan sunnumorgun hitti eg Oliver fyrstu ferð. Eg føldi á mær, at tað var nakað sum bant okkum saman í samhuga. (Her kann skoytast uppí, at Jóannes var eisini yrkjari).
Eg sigi við Oliver: “Vakurt útsýni í hesum vælsignaða veðri”.” Ja”, sigur hann, “vit vita, at har undir tí fjalda, har stendur tráðan okkara til, føðilandið. Tað er sum við tí himmalska ríkinum, har stendur eisini okkara tráðan til.” Slíkar løtur vóru ógloymandi fyri mær. Tá ið hann sat soleiðis fyri seg sjálvan, kundu vágamenn taka til: “Nú er ikki nakar vælkomin at tosa við hann, tí nú situr hann og yrkir”. Fyri mær var hesin maðurin ein fyrimynd, og eg ynskti at vera sum hasin maðurin var. Hann var skald, og tá var einsemi neyðugt.
Tvey ár seinni, í 1930, hevði Oliver eina yrking í Dimmalætting til minnis um teir, sum doyðu við Ernestinu.
Sunnudagar var farið á møti
Sunnudagar var ferðast millum føroyingarnar ella til møtir, sum vóru hildin í gomlu Skála, elstu hús í bygdini. Tað var gjarna Eiðis Tummas, búsitandi í Fuglafirði, kendur sum framúr kringur motorpassari, sum leiddi møtini. Hann var pápabeiggi teir kendu Andreassen skipararnar av Oyrabakka.
Tað plagdi at vera so hugnaligt, og tað komu nógv fólk til hesi møti. So vit hoyrdu ofta Guds orð millum okkum.
Vit plagdu eisini at fara útferðir. Ein av hesum túrum fór eg til lómareiðrini. Eg sá lómarnar á vatninum, har teir svumu við ungum. Vit kundu eisini fara til Skorvíkar, beint norðan til á Nesinum, og út á Viðamølina.
Ein dagin fór eg til Kumlivíkar. Har vóru bóndafólkini ógvuliga blíð. Soleiðis gingu fríløturnar. Eg kundi verða innboðin til onkran íslending, sum eg kendi.
Fekk bøtt gummistivla
Ein dagin hevði eg fingið hol á tánna á einum gummistivla. Tá møtti eg Valdimar. Hann heldur fyri: “Nú blessaður, hvat sigur tú vinur mín.” Eg fortaldi honum um gummistivlan. Hann svaraði: “Kom tú til hús við mær”. Har var ein beiggi hansara, sum dugdi at bøta, men hann var í uppisetur við bøtur. Um eg kundi funnið ein gamlan stivla, so hevði hann lím. Valdimar bað meg sita, meðan hann fann okkurt at bøta stivlan við. Hann var skjótur aftur við tilfari, og skjótt var stivlin afturbøttur. Eg hevði tríggjar krónur uppi á mær, sum eg gav honum.
Nú kom sildin av álvara, og flest allir bátarnir vóru farnir at royna eftir sild. Men hjá okkum lá ikki so væl fyri. Vit royndu sum aðrir at fáa gørnini gjørd til eina nót, men tað riggaði heldur ikki. So hetta góvust vit við og fóru aftur at royna við línu.
Eitt kvøldið, hann hevði ruskað veðrið, kemur dóttir Jón Gudmundsson við boðum frá pápa sínum, um eg vildi koma niðan til teirra. Hann var ógvuliga blíður, og vit tosaðu um mangt og hvat. Men ørindini vóru, um vit ikki kundu koma til hansara heldur enn til Aldufelagið, har vit nú høvdu okkara viðurskifti. Vit skuldu fáa eina betri kontrakt frá honum. Eg svaraði tó ikki til hansara í fyrsta umfari. Skuldi hugsa um tað og geva svar. Hetta gjørdist tó ikki til nakað.
Vildu heldur hava skitið enn reint vatn
Tá ið vit fóru at royna við línu, bleiv ein tunna sett til at koyra tað avegnda agnið í. So koyrdi bóndin sjálvur salt i. Hann brúkti tað at geva seyðinum um veturin. Tá var seyðurin inni.
Hvør bátamanning fekk hvørt sítt lamb, áðrenn vit fóru heim. Hetta kókaðu og skinsaðu vit vanliga at hava heim við okkum.
Viðhvørt komu skip inn á Skála at fáa eitthvørt sum teimum manglaðu ella fyri at kroka. Viðhvørt høvdu teir livratunnur, sum teir róðu í land. Tað var eitt grúiligt knoss. Tað kundi vera brim. Tá fingu hesir menn eitt øgiligt stríð, og teir gjørdust ígjøgnum. Hetta knossið fyri at fáa 10-15 krónur fyri tunnuna! Teir tóku eisini ís og sild umborð. So komu teir inn eftir brøvum og við brøvum, sum skuldu sendast heim. Stundum vóru góð tíðindi at frætta og stundum minni góð. Hetta knoss, hesir menn høvdu, er nú fyri mær heilt ómenniskjansligt.
Eitt annað var, tá ið skipini tóku vatn. Eg sá hvaðani vatnið kom, sum nógv skip tóku. Køstarennurnar í Áarvíkini runnu í ánna. Haðani tóku nógv skip vatn, tí tað kostaði einki. Men har var eisini nógv gott vatn at fáa, men tað kostaði eitt sindur, kanska tað sum svaraði til eina tunnu av livur. Tað skal vera sagt Skálamonnum til heiðurs, at teir vildu geva føroyingum reint vatn.
Tá ið veðrið blíðkaði fóru skipini út aftur, og vit fóru aftur til útróðrar. Nú var komið út móti hálvum august, og útróðurin var farin at minka. Lítið fekst nú við línu, og menn vóru farnir at brúka snørini aftur. Vit vóru farnir út á Strongin, men tað svaraði ikki aftur, ein og ein fisk, so hetta bleiv ikki til nakran fiskidag.
Vit høvdu tosað um at fara inn undir Foss. Hann brimaði fyri Fagranesi. Vit fóru heim aftur og avreiddu tað vit høvdu fingið.
So fóru vit at sova, men tað var ikki langur svøvnur, tveir tímar. Vit hildu móti Fagranesi. Tá kemur ein bátur úr Gunnólfsvík, innast við Langanes sunnanfyri. Hesin bátur legði uttanfyri okkum. Vit róðu til hansara at vita hvørjir teir vóru. Teir vóru Eiðis Johannes í Fuglafirði og Jóan Petur hjá Pæturi í Skálavík. Pætur var í gummiklæðum. Hetta var sera forkunnugt. Men hann var heimkomin úr Canada,har hann hevði verið við trolara.
--------
Komandi partur:
Í komandi parti er tíðin komin at fara heim til Føroya aftur.