Emily
Tað gekk væl at flota útróðrarbátin, Emily, aftur.
Jákup Muller, skipari á Brimli, sigur, at kavarar fóru niður við stroppum um 9-tíðina mánamorgunin og settu fast í bátin.
- Klokkan 9.54 var báturin í vatnskorpuni, og ein lítlan tíma seinni fleyt hann aftur.
Skiparin sigur, at so hvørt, sum báturin kom undan vatnskorpuni, pumpaði manningin á Brimli sjógvin upp úr honum.
- Vit byrjaðu at pumpa í maskinrúminum og síðan í lastarúminum. Síðan skiftu vit pumpurnar ímillum, til allur sjógvurin var komin upp úr bátinum
Jákup sigur, at tveir lastbilar við krana vóru við í arbeiðinum, soleiðis at til bar alla tíðina at halda bátin á rættkjøl.
- Tað vísti seg ikki, at meira sjógvur kom í bátin eftir, at hann var pumpaður tómur.
Jákup Muller sigur, at einki hol var á skrokkinum, men báturin hevði mist róðrið.
Sjófrágreiðing
Løgreglan á Tvøroyri sigur, at sjófrágreiðing verður í málinum, men enn er ikki vist, nær hetta verður og heldur ikki, um hetta verður á Tvøroyri ella í Havn.
- Vit staðfestu, at menninir, sum komu illa fyri hetta sunnukvøldið undir Suðuroynni, ikki vóru sjónliga ávirkaðir av rúsdrekka, og tí er okkara partur í málinum liðugur. Vit tosaðu við báðar menninar og staðfestu, at har var einki at seta fingurin á, sigur løgreglan á Tvøroyri.