Tey, sum spældu Gekk fríggjakvøldið varnaðust nakað løgið: Í triðja og fjórða spæli vórðu akkurat tey somu tølini drigin, tal fyri tal.
Men Ole Guldborg Nielsen, sum arbeiðir hjá grannskoðaravirkinum, Rasmussen og Weihe, vissar um, at ongin hevur fingið nakran fyrimun av tí.
- Fríggjakvøldið fann so teldan uppá at draga tey somu tølini tvær ferðir upp í slag. Men tað var av berari tilvild. Sannlíki fyri at slíkt hendir, er ómetaliga lítið. Men fríggjakvøldið hendi tað so kortini.
Hann leggur tó dent á, at tað er ikki nóg mikið til at nakar spælari fær fyrimun. Tí fyri at vinna, skulu tølini, sum verða drigin, passa við tølini á plátuni. Og ongin hevði tvær plátur við somu tølum á.
Tað, sum hendi fríggjakvøldið, hevði ikki verið ein fyrimunur, uttan so, at onkur hevði akkurát somu tølini á plátunum, sum vóru brúkt til triðja og fjórða spæli.
Gera sær stóran ómak
Ole Guldborg Nielsen visur á, at tey hava gjørt sær ómetaligan ómak fyri, at ongin skal hava nakað at seta fingurin á í samband við Gekkin.
Og hann sigur, at tey áðrenn Gekkur byrjaðu, funnu tey eina skipan, sum er 100% trygg.
Hann sigur, at tað eru tvær óheftar telduskipanir, sum draga tølini og sum prenta pláturnar.
-Tølini verða drigin á eini teldu í Danmark, sum púra onki hevur við sjónvarpið at gera. Tey verða send til grannskoðaravirkið Rasmussen og Weihe á diski í innsiglaðum brævbjálva. Har verða tølini liggjandi í pengaskápi inntil eina tíma fyri hvønn drátt, tá ið eg sjálvur beri tey oman í sjónvarpi og eri hjástaddur til sjónvarpið hevur kannað eftir, at diskurin er ílagi.
Tá er sølan av gekkheftum hildin uppat.
Ole Guldborg Nielsen sigur, at trygdarskipanin er so strong, at hvørki hann, ella konan, ella børnini, hava loyvi til at spæla Gekk.
Hinvegin verða pláturnar prentaðar á eini heilt aðrari teldu og tey eru eisini tilvildarlig. Júst tað, at ein ikki sleppur at velja tølnii á plátunum sjálvir, tryggjar, at tað er tilvildin, sum ræður, sigur Ole Guldborg Nielsen.