Gekkurin eigur lívið í okkum

Endamálið við Gekkinum er at fáa meira pening til Sjónvarpið, sum so aftur viðvirkar til at fáa gjørt fjølbroyttari føroyskar sendingar

Tey fyrstu 20 Gekkaspølini hjá Sjónvarpi Føroya hava givið Sjónvarpinum 3,3 milliónir krónur í sín part.

Samlaða avkastið fyri hesar sendingarnar hevur verið 5,5 milliónir. Av hesum eru 40%, ella 2,2 milliónir, útgoldnar í vinningum.

»So vit kunnu væl siga, at Gekkurin eigur lívið í Sjónvarpinum,« sigur Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri.


Trý endamál

Gekkurin hevur tý høvuðsendamál, sigur Tróndur Djurhuus.

At konsolidera Sjónvarp Føroya, sum ikki hevur havt tað so gott fíggjarliga.

At hjálpa til við fíggingini í teirri risastóru teknisku íløguni, sum stendur fyri framman.

Sjónvarpið hevur ein katastrofalan tørv á tekniskari útgerð, og komandi fýra árini er neyðugt við eini íløgu upp á einar 15 milliíonir krónur, um nøkur vón skal vera at fylgja við, sigur Tróndur Djurhuus.


Føroyskar sendingar

Og tað triðja, men avgjørt ikki minsta endamálið við Gekkinum, er at fáa til vega pening til fleiri føroyskar sendingar.

Tað hevur altíð verið eitt stórt ynski hjá Sjónvarpi Føroya at kunnnað gjørt góðar barna- og ungdómssendingar. Men av fíggjarligum grundum hevur verið neyðugt at raðfest. Og her eru børnini og ungdómurin farin aftur um.

Men nú røkist kortini fyri, sigur Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, at her fer at koma vend í.

Ætlanin er at gera alt barnatilfarið føroyskt.

Og tá nú hølisviðurskiftini fara at batna, fer at verða lættari at náa hesum máli.


Ongin kolvelting

Sjónvarpið hevur valt ikki at koma við nakrari pompøsari vetrarskrá.

Annars sigur Tróndur Djurhuus, at vetrarskráin komandi ikki verður nøkur kolvelting í mun til tað, verið hevur.

Men greitt er, at fólk vilja hava meira føroyskt tilfar í Sjónvarpið. Tað heldur stjórin, at Gekkurin er eitt gott dømi um. Og hann vil fegin geva fólki hendan møguleikan.

Avgjørt er at senda fleiri barnasendingar, og mentanin fer aftur at fáa pláss í Sjónvarpinum.

Hesar sendingar hava verið saknaðar seinastu tíðina.

Eisini fer Sjónvarpið at senda fleiri av teimum vælumtóktu sunnukvøldssendingunum við siðsøguligum tilfari.

Dagur og Vika verður á leið, sum hon hevur verið, sigur Tróndur Djurhuus. Tað eru í løtuni ongar ætlanir um at víðka til fleiri sendingar sum til dømis mikukvøld.


Skermtrøll

Sjónvarpið hevur nú eina tíð bara havt ein tíðindaupplesara, og tað ber ikki til, sigur stjórin.

Tróndur Djurhuus sigur, at áhugin fyri at verða sjónvarpsvertur er stórur. Sjónvarpið hevur fingið góðar 20 umsóknir til starvið, sum lýst varð leyst herfyri. Tey fyrstu skuldu til samrøðu hjá stjóranum í gjár.

Sjónvarpsstjórin sigur, at tað er ikki endiliga fólk við serligari útbúgving, leitað verður eftir. Heldur útstráling

»Vit vilja hava eina persónligheit, sum væl og virðiliga kemur inn í stovuna hjá fólki,« sigur hann.