Á festivaløkinum fyrr í dag møtti portalurin fýra ungum festivalgestum.
- Vit hava øll verið her síðan hósdagin og tískil fingið allan festivalin við, sigur Elsa Maria Hammer úr Klaksvík.
- Hetta hevur verið ein genialur festivalur. Gott veður, gott fólk og góður tónleikur, sigur Alfred Eyðunsson av Trøllanesi.
Sambært teimum fýra ungu fólkunum er tað als ikki neyðugt við útlendskum nøvnum.
- Tey føroysku nøvnini eru minst líka góð um ikki nógv betri, sigur Maria Sivertsen úr Havn.
- Serliga Dynamit var heilt genialt. Teir eru altíð tað besta við festivalinum, sigur Søren Kallsgarð Sørensen av Viðareiði.
Spurd um tey hava nakað serligt Summarfestivalminni, er Alfred skjótur at svara.
- Í 2007 tá Scorpions spældu. Eitt var, at konsertin var góð, men byrjanin, tá trummuspælarin knappliga byrjaði, uttan at nakar visti av, var heilt ótrúlig.