Gentur 12: Enn ein steypasigur til H71

H71 er eisini vinnari í aldursbólkinum gentur 12. Tær vunnu 8-5 á VÍF, sum tó gav gentunum úr Hoyvík ein skarpan gang.

 

Les eisini: (Gentur 10) H71 vann í umdysti

 

Tað komu ikki so nógv mál í dystinum, sum til tíðir var nakað rótutur Tað bleiv ikki heilt spennandi móti endanum, tí H71 var á odda við trimum seinastu løtuna. Hondbóltssambandið valdi Elsu Egholm úr H71 sum besta spælara í dystinum.

 

Les eisini:(Dreingir 10) H71 steypavinnari

 

Hetta steypavikuskiftið fer í søguna, sum eitt stórt vikuskiftið fyri H71. Higartil hevur H71 vunnið fýra av fimm steypafinalum. Einasta finalan, sum H71 ikki hevur luttikið í og vunnið, er steypafinlan hjá kvinnum, har Neistin vann á VÍF.

 

Tó er líkt til, at H71 hevur eina bjarta framtíð í kvinnudeildini, tí H71 hevur nú vunnið í aldursbólkunum gentur 10 og gentur 12.