Genturnar eru betri enn dreingirnir

Føroyskir dreingir eru eitt heilt skúlaár aftan fyri genturnar í lesing

Hóast nógv lesiátøk og nógv fokus á lesing síðan 2006, tá ið føroyskir næmingar tóku lut í Pisa-kanning fyri fyrstu ferð, standa dreingir í stað í lesing og eru eitt heilt skúlaár aftan fyri genturnar.

 

Hesum boðar Lærarafelagið frá á heimasíðuni. 

 

Tað eru glottar at hóma í úrslitinum av Pisa-kanningini frá 2012 samanborið við kanningarnar frá 2009 og 2006; serliga er talan um framgongd í støddfrøði, har vit skora 468 stig hesa ferð samanborið við 450 í 2006 og 448 í 2009. Har eru dreingirnir betur við enn genturnar, teir skora 451 stig í 2006, genturnar 449, í 2009 fáa teir 452 og genturnar 444, og í 2012 fáa teir 472 og genturnar 464.

 

 

Í lesing er støðan at kalla óbroytt í mun til kanningina í 2009. Framgongdin upp á 8 Pisa-stig er innan hagtalsfrøðiligu óvissu, og tí er ilt at siga um talan er um veruliga framgongd. Genturnar hava eina lítla framgongd, meðan dreingirnir standa í stað. Munurin er 38 stig, ið svarar til umleið eitt heilt skúlaár. Í 2006 fáa genturnar 428 stig í lesing, dreingirnir 387, í 2009 eru tølini ávikavist 449 og 423 stig og 2012 ávikavist 463 og 423 stig.

 

 

Genturnar klára seg javnt væl í lesing og støddfrøði og fáa sama stigatal í báðum fakøkjum. Hjá dreingjunum er hinvegin stórur munur, hvussu teir klára seg í støddfrøði og lesing. Munurin er heili 49 Pisa-stig, sum svarar til meiri enn eitt heilt skúlaár á muni millum, hvussu teir klára seg í støddfrøði og lesing. Í føroysku úrslitunum fáa dreingirnir allarlægsta úrslitið í Pisa-kanningini.

 

 

Pisa-kanningin staðfestir, at serliga vánaliga úrslitið hjá dreingjum í lesing er órógvandi. Lesiførleiki er ein fortreyt fyri at kunna loysa uppgávur í øðrum lærugreinum. Tað merkir, at er ein næmingur ikki stinnur í lesing, so er ein ávísur lesiførleiki neyðugur hjá honum fyri at klára seg í øðrum lærugreinum. Tað er týðiligur munur á lesiførleikanum hjá føroysku næmingunum saman við næmingum úr hinum Norðurlondunum. Í 2012 høvdu 29 prosent av føroysku næmingunum ikki virkisføran lesiførleika. Føroyar hava sera fáar lesarar, sum eru framúr góðir, bara 1 %, og 65 % av okkara næmingum hava veikan ella sera veikan lesiførleika.