George Kollias spælir trummur hjá Týr

Nú er greitt, at George Kollias er navnið á trummuleikaranum, sum spælir á komandi fløguni hjá Týr.

Bíðað hevur verið í spenningi eftir, hvør fór at seta seg aftanfyri trummurnar hjá rockbólkinum, eftir at tað var greitt, at Týr fór at skifta trummuleikara.

Fyri fáum døgum síðani kunngjørdi Týr, at samstarvið millum Kára Streymoy, og hinar limirnar í Týr, nú hevur fingið ein enda. Kári Streymoy hevur ein ryggskaða, ið leingi hevur darvað trummuspælinum, og hetta er sambært facebooksíðuni hjá Tyr orsøk til at trummuleikarin gevst.

Spenningurin hevur verið sera stórur, tí Týr kunngjørdi samstundis,at helst fóru mong at gerast bilsin, tá navnið á avloysaranum kom fram.

Og nú hava limirnir í Týr lagt lítið ljóð-og myndabrot á facebooksíðana hjá Týr, har George Kollias sæst og hoyrist spæla trummur í upptøkuølunum.

 

 

Brotið sæst her: www.youtube.com/watch

 

Onki verður sagt um, hvørt Kollias er nýggjur limur í Týr, ella bert studiotónleikari á nýggju fløguni.

 

Leitar ein eitt sindur á netinum eftir hesum manninum, sum í løtuni spælir trummur inn fyri Týr, so sæst, at hann er føddur í 1977 í Grikkalandi og er m.a. kendur fyri samstarv við amerikanska death metal bólkin Nile. Hann hevur eisini spælt við Nightfall.

Kollias spælir fleiri ljóðføri og er eisini trummulærari á Modern Music School í Athen.