Ger ótrúliga stóran mun hjá okkum

Ein gáva sum hendan er við til at fjálga um tilveruna hjá teimum á Herberginum

- Hetta ger ótrúliga stóran mun hjá okkum.

 

Tað sigur Martin Kúrberg, leiðari í Herberginum hjá Frelsunnarherinum í Havn. Aftur í ár hevur Herbergið fingið frá teimum, sum spæla sjavs í Posthúskjallaranum í Havn.

 

Tær tríggjar, Sólborg Dulavík, Myrna Jacobsen og Julianna Didriksen, skipa fyri, at sjavsfólkið hevur savnað pening saman til eina gávu til Herbergið uppundir jól.

 

Og í ár vórðu tilsamans 20.000 krónur savnaðar inn, og tær hevur Herbergið nú fingið.

 

Martin Kúrberg, leiðari í Herberginum, sigur, at ein gáva, sum hendan, ger sera stóran mun.

 

Peningurin skal brúkast til at fjálga um tey, sum halda til á Herberginum og sostatt skal hann brúkast til mat, jólagávur, og annars til ymiskt, sum yvirhøvur kann gera tilveruna eitt sindur hugaligari hjá einum av veikastu bólkunum í samfelagnum, sigur hann.