Gera eina roynd at fella Ingilín D. Strøm í morgin

Í morgin fara andstøðuflokkarnir at seta fram misálitisuppskot á Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu

Orrustan um landsstýriskvinnuna og útsagnir hennara um framtíðarhaldførið hjá Bústøðum hevur ikki lagt seg enn. Eftir at meirilutin í landsstýrismálanevndini í gjár gjørdi av at seta kanningarstjóra at kanna málið, hava andstøðuleiðararnir gjørt greitt, at tað kemur eitt misálitisuppskot á landsstýriskvinnuna.

Men tað verður eftir øllum at døma felt í Løgtinginum, tí samgongan fylgja uttan iva avgerðinin hjá meirilutanum í landsstýrismálanevndini. Men eingin keta er sterkari enn veikasta liðið, og um onkur av tingfólkunum hjá samgonguni heldur tað sama sum andstøðan, so er ein møguleiki fyri, at landsstýriskvinnan kann fella. 

Men skuldi tað hent, so kemur samgongan í álvarsligar trupulleikar.

Um tað frammanundan er greitt, at eitt misálitisuppskot verður samtykt, so verður málið loyst á annan hátt áðrenn tingfundin í morgin, helst við at landsstýriskvinnan leggur frá sær.

Kemur eitt misálitisuppskot til viðgerðar á tingfundinum í morgin, so er mest sannlíkt tí, at samgongan frammanundan hevur avgjørt at fella tað. Ein slík viðgerð, sum verður tikin fram um dagsskránna hjá Løgtinginum annars, kann taka drúgva tíð. Vanliga eru tað mest andstøðufólk sum taka orðið, meðan samgongufólk siga sum minst.

Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 11.