Smílandi verjumálaráðharra taka lógvatak eftir verjuavtalu í Londo. Mynd: Justin Tallis/Ritzau Scanpix

Týsk flogfør skulu verja loftrúmið sunnan fyri Føroyar

Týsk flogfør kunnu skjótt vera á patrulju í Atlantshavinum norðan fyri Skotland sum úrslit av nýggjari hernaðarligari avtalu millum Bretland og Týskland.

Smílandi verjumálaráðharra taka lógvatak eftir verjuavtalu í Londo. Mynd: Justin Tallis/Ritzau Scanpix

Avtalan varð undirskrivað mikudagin, og verður rópt av stjórnunum í londunum báðum sum ein " varði á leiðini".

Sostatt økja tær báðar størstu hernaðarligu fíggjarlógirnar í Evropa samstarvið sum svar uppá øktar hóttanir úr Russlandi.

Týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, sigur sambært Reuters, at tað er "okkara ábyrgd í Evropa at styrkja evropeiska vinkulin, evropeisku súluna í Nato".

 

 

Smílandi verjumálaráðharra taka lógvatak eftir verjuavtalu í Londo. Mynd: Justin Tallis/Ritzau Scanpix