Gera film um Johan og Rakul í Fámará

HUGTIKIN Gongst sum ætlað, verður nú farið undir upptøkurnar til ein film um tilveruna hjá Johan og Rakul í Fámará

Nú verður ein filmur gjørdur um Johan í Kollafirði.
Tað er Ingun í Skrivarastovu, sum skal gera filmin og upptøkurnar byrja nú og fara at vara nakrar mánaðir.
Sjálvur heldur Johan, við skálkinum aftanfyri oyrað, at tað var upp á tíðina, at ein filmur verður gjørdur um hann og hann ivast ikki í, at hevði Ingun í Skrivarastovu ikki tikið stig til hetta nú, hevði onkur annar gjørt tað heilt skjótt.
Hann sigur, at hann ætlar sær als ikki at leggja seg út í, hvussu filmurin verður gjørdur, tí hann fer at leggja alt í hendurnar á Ingun í Skrivarastovu og henni hevur hann fult álit á.
Tí hevur hann heldur ikki hóming av, hvat fer at spyrjast burtur úr

Hugtikin av Fámará
- Eg helt, at tað er ómetaliga spennandi, at eini hjún seta seg niður í einbýli í Fámará og fara undir at byggja alt upp av nýggjum.
Tað sigur Ingun í Skrivarastovu, sum nú hevur í hyggju at fara undir ein film um Johan í Kollafirði, konuna Rakul og verkætlan teirra í Fámará.
- Verkætlanin í Fámará hevur eisini eina sosiala síðu við tað, at hjúnini í Fámará hava tikið fólk, sum eru í trongstøðu til at búgva.
- Sostatt hava tey eisini gjørt Fámará til eitt pláss fyri tey, sum ongin annar hjúklar um og royna at hjálpa teimum at fáa fótafestið aftur og virða tey, sum tey menniskju, tey eru.
Ingun sigur, at tað var hetta, sum hugtók hana, tá ið hon longu í februar fekk hugskotið um at fara undir folmin.
Men tað kom ymiskt í vegin, so tað varð av ongum tá.
Hon leggur afturat, at fyribils er filmsætlanin fullkomiliga á byrjanarstøði, so enn hevur hon ikki hóming, fyri, hvussu hann endar.
Men hon hevur hugsað sær ein film upp á ein tíma um lívið og fólkini í Fámará.
Nú tók verkætlanin um Fámará eina serliga vend við tað, at festið varð lýst til sølu og tá ið avtornaði, vóru tað ikki Johan og Rakul, sum átti hægsta boð.
- Síðani er málið kært, so enn er óvist, hvussu tað endar, men eg helt, at hetta er ein hóskandi tráður at taka upp og fylgja víðari, sigur Ingun í Skrivaragøtu.



u