Gera klárt at brúka pening á útoyggj

Í løtuni verður fyrireikað at gera ábøtur á undirstøðukervið í útoyggj, serliga í Skúvoy, har ætlanin er at gera nýggja havn fyri yvir 20 milliónir

Í løtuni roynir Vinnumálaráðið, saman við Landsverki, at finna útav, hvussu bøtast kann um undirstøðukervið í útoyggjum.
Løgtingið hevur aftur í ár samtykt at brúka tríggjar milliónir til at bøta um undirstøðukervið í útoyggjunum.
Og í Løgtinginum nú ein dagin sóknaðist Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, eftir, hvussu ætlanin er at brúka hendan peningin. 
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum greiddi frá, at av teimum trimum milliónunum, eru 2,6 milliónir markaðar til at gera havn í Skúvoy.
Sostatt eru 400.000 krónur eftir til onnur endamál.
Ymsar útoyggjar hava søkt um at fáa burturav stuðlinum og í løtuni er Landsverk í ferð við at kanna umsóknirnar.  Tá ið hann er liðugur, leggur hann eitt tilmæli fyri landsstýrismannin í vinnumálum, sum síðani tekur støðu.
Og fyrrenn Landsverk er liðugur, ber ikki til at siga nakað um, hvussu peningurin verður brúktur. 
Hinvegin vísti landsstýrismaðurin á, at í Skývoy er ein betri havn tað mest alneyðuga av øllum, tí annars er oynni ikki lív lagað.
Hann sigur, at projekt til nýggja havn, er klárt
Og nú verður viðgjørt, hvussu tær 2,6 milliónir kunnu brúkast til havnina og, hvussu tað ber til at byrja uppá nýggja havn í Skúvoy fyri pengarnar. Hann helt, at tað er rætt at bera skjótt at við at gera havnina í Skúvoy.
- Men so mugu løgtingslimir ásanna, at brúk verður fyri 20 milliónum afturat, legði hann afturat. Og tað roknistykki roynir landsstýrismaðurin nú at fáa at ganga upp.
Annars hava fleiri útoyggjar roynt atfáa breiðband í oygjgarnar burturav stuðlinum. Men Bjarni Djurholm upplýsti fyri Løgtinginum, at hetta var ein íløga, sum Føroya Tele sjálvt vildi standa fyri, og fíggja.