Tað hava verið avbjóðingar við aling á Sandsvág, men nú heldur Mowi Føroyar, at ringarnir liggja væl inni á vágni. Soleiðis sá út ein illveðursdag herfyri.

Gera nú klárt til tøku av laksi á Sandi

- Vit vænta at koma at taka eini 3500 til 4000 tons av laksi á Sandsvág í ár, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi Føroyar.

Tað hava verið avbjóðingar við aling á Sandsvág, men nú heldur Mowi Føroyar, at ringarnir liggja væl inni á vágni. Soleiðis sá út ein illveðursdag herfyri.

Í hesum døgum verður gjørt klárt til tøku av laksi á Sandsvág, og stjórin í Mowi Føroyar, væntar, at teir fara at byrja um einar 10-14 dagar ella so. 

 

Hann sigur, at seinasta tøkan á Sandsvág var um 2000 tons, men hesaferð verður væntað, at talan verður um eini 3500 til 4000 tons. 

 

- Tá vit eru komin í gongd, fer laksur at verða tikin til einaferð í heyst, eitt sindur spjatt yvir árið, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

 

Hann vísir á, at laksurin, sum fer at verða tikin á Sandsvág hesaferð, helst skal hava gingið í aliringunum einar 10-12 mánaðir. 

 

- Sumt fór í ringarnar sum smolt í august, og sum fór út um várið. Tí verður tøkan eisini hareftir, sigur stjórin í Mowi Føroyar.

 

Tað hevur verið ein avbjóðing hjá alifelagnum at fáa alingina á Sandsvág at riggað, men nú ringarnir liggja longur inni á vánni, hevur tað gingið væl.

 

- Hesaferð hava vit havt átta stórar og sterkar aliringar á vágni, og hóast avbjóðingar við veðri, eru vit komin har til, at henda útsetingin hevur eydnast væl.

 

Men, enn er veturin ikki heilt liðugur, staðfestir stjórin, sum vónar, at várið fer at roynast so mikið væl, at alt, sum nú gongur í ringunum, kemur til høldar.

 

- Vit hava nú eygleitt Sandsvág í nøkur ár, og vit halda, at ringarnir nú liggja, har teir liggja best á vánni, sigur Hans Jákup Mikelsen.

 

Mowi Føroyar hevur nú eisini fingið fóðurskip á Sandsvág, og hetta lættir sjálvsagt nógv um fóðringina av laksinum hjá felagnum.

 

##med2##

 

 

 

Tað hava verið avbjóðingar við aling á Sandsvág, men nú heldur Mowi Føroyar, at ringarnir liggja væl inni á vágni. Soleiðis sá út ein illveðursdag herfyri.

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi Føroyar.