Gera seg upp í egnum køki

Leygarkvøldið framførir nýstovnaði leikbólkurin TVAZZ leikin Køksdrotningar á fyrsta sinni. Talan er um eina stuttliga, rámandi og groteska komediu, sum sigur nakrar sannleikar á ein øðrvísi hátt.

 
Eftir at hava vant í átta vikur, hava tær tríggjar Annika Hoydal, Birita Mohr og Gunnvá Zachariasen, tikið sess í litríka retrokøkinum á pallinum hjá Meiarínum. Har ímynda tær Ernu, Gretu og Miu, sum sita í køkinum og práta. Ella skræða seg.
- Eg haldi, at tað hevur týdning, at hesin leikurin verður vístur í Føroyum. Hann hevur nakað uppá hjarta og hann pilkar við muruna hjá hesum trimum skrindunum, sum sita í køkinum og gera seg upp. Og í so máta er hann ein endurspegling av nógvum smáum samfeløgum, og umboðar í stóran mun føroyska samfelagið, sigur Gunnvá Zakariassen. Hon hevur, umframt at taka stig til at seta á stovn nýklakta leikbólkin TVAZZ, eisini staðið fyri øllum tí praktiska í sambandi við leikin Køksdrotningar.
Leikurin, sum er ómetaliga groteskur, við teimum teatralsku og eksalteraðu typunum, er óvanligur og øðrvísi á nógvan hátt. Bara tað, at hann als ikki er realistiskur ella naturalistiskur boðar frá nýbroti innan føroyska leiklist.
- Við at yvirspæla og at halda tað groteska eina armslongd frá lívinum, verður boðskapurin í roynd og veru uppaftur sjónligari, uttan kortini av virka moraliserandi, sigur Annika Hoydal. Hon hevur verið sera glað fyri at sleppa at spæla yrkisleik í Føroyum, tí hetta er ein upplagdur møguleiki at halda málinum við líka.
 
Profetur í útlandinum
Á heimasíðuni hjá leikbólkinum verður greitt frá um høvundan, eysturríkska listamannin Werner Schwab, sum skrivaði leikin. Sjálvur doyði hann nýggjársmorgun 1994, tá hann fór ígjøgnum ein rút við 4,1 promillu av alkoholi í blóðinum og forbløddi. Hann var tá bert 35 ára gamal. Fyrsta verk Werner Schwabs er leikurin Køksdrotningarnar, sum er frá 80unum. Hann sendi leikin til ymisk leikhús í Eysturríki, men fekk hann aftur í høvdið, tí mett varð, at leikurin var tað reina tvazz, og at høvundurin fullkomiliga manglaði málsligt hegni. Kortini varð leikurin frumframførdur í Wien stutt aftaná - og varð sáplaður niður av ummælarum. Seinni varð hann spældur í Týsklandi og varð nú stórliga fagnaður. Serliga var tað hansara serstaka mál, sum tann týska áskoðarafjøldin tók til sín sum nýskapandi. Eftir at leikurin fekk ferð á seg í Týsklandi, vóru ikki færri enn 70 ymiskar uppsetingar í Europa í einum leikári. Schwab varð brátt ein tann mest umtalaði leikhøvundurin um hetta mundi. Sum so mangan áður var Schwab ikki profetur í egnum landi, fyrr enn umheimurin fekk tokka til hansara. Ein eysturíkskur ummælari noyddist at bíta í grasið og umbar sítt fyrsta ófantaliga ummæli av Schwab. Mátti viðganga, at hann ikki hevði skilt leikin og nýskapanina í málinum. Framvegis er Schwab ein høgtvirdur høvundur, og verða leikir hansara enn spældir víða hvar. Nú fyri fyrstu ferð í Føroyum  umsíður. Kanska hevur hann eitt høgg til ta føroysku muruna?
Leikurin Køksdrotningar verður frumframførdur á Meiarínum leygarkvøldið 26. august og leikurin verður vístur til 3. september.
 
 
--

Erna (Birita Mohr)  
 Tað, tað snýr seg um her í lívinum, eru tey
fáu góðu tingini; men illa fært tú tikið um
tey góðu tingini, so stendur tú við einum
stórum heitum fúlum lorti í hondini.
 
Eg kann bara ikki foreina mína guðstrúgv við sex og kukk.
 
--
 
Greta (Annika Hoydal)
 
Ja, og av tí at lívið bara sleingir okkum síni upplivilsi upp í fangið, so havi eg nú vent mær heilt burtur frá kærleikanum; ikki tí eg hevði saktans kunna fingið fleiri tilboð, um eg bara hevði viljað. Men nú á døgum sigur Greta bara nei, og tað við løttum hjarta. Og skuldu tær góðu, gomlu, heitu kenslurnar komið kitlandi afturumaftur, ja, so keypi eg mær eitt sindur av medistapylsu, ein sterkan ost, nakrar agurkir og eina góða øl afturvið, og brátt er lívið den beri friður aftur.
 
--
 
Mia (Gunnvá Zachariasen)  
Menniskjan eigur altíð at taka um næstrarkærleikan og halda honum uppi.
Menniskjan veit væl, at Mia ikki skoytir um gummihandskar, tá ið hon stingur hondina niður í kummuna.
 
--
 
Køksdrotningarnar
Eftir Werner Schwab

Leikstjórn:
Tanja Richter

Pallmynd og búnar:
Petra Winterer

Týðing:
Gunnvá Zachariasen

Leikarar:
Greta: Annika Hoydal
Erna: Birita Mohr
Mia: Gunnvá Zachariasen

Ljóssnið:
Egil B.H.Hansen

Leikskrá og heimasíða:
René Bischoff

Pallsmíð:
Gardar Hall og Sámal Clothier