Gera uppskot til fiskivinnuskipan

Sambandsflokkurin kemur við einum uppskoti til nýggja fiskivinnuskipan innan nakrar vikur

Innan nakrar vikur kemur Sambandsflokkurin við einum uppskoti til, hvussu fiskivinnan skal skipast av nýggjum, sigur Johan Dahl Vinnumálaráðharri

Fleiri røddir í sambandsflokkinum hava verið frammi um at broyta fiskivinnupolitikkin. Millum annað segði vinnumálaráðharrin Johan Dahl á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum, at fiskivinnuskipanin skal broytast. Hvussu hon skal broytast vil hann ikki siga enn.

- Vit arbeiða við einum uppskoti, sum vit fara at leggja fram fyri hinum samgonguflokkunum, sigur Johan Dahl. Uppskotið verður væntandi liðugt innan nakrar vikur og leggur upp ti broytingar í tilfeingisgjaldi, og hvussu fiskiloyvini verða deild út.