Gera virki klár til oljuvinnu

Í eina tíð hava fólk frá norska oljufelagnum Saga Petroleum vitjað føroyskar fyritøkur, sum vilja vera við í eini komandi oljuvinnu. Tarjei Kristian Hemstad og Svein V. Børresen hava saman við Geir Atle Rishovd og Paula Einarsson frá Saga Føroyar vitjað fleiri fyritøkur úti um landið. Endamálið við hesum vitjanum er at kanna fyritøkurnar og harvið finna fram til, um tær lúka krøvini, sum oljuvinnan í dag setir til veitarar av bæði vørum og tænastum til vinnuna

Í eina tíð hava fólk frá norska oljufelagnum Saga Petroleum vitjað føroyskar fyritøkur, sum vilja vera við í eini komandi oljuvinnu. Tarjei Kristian Hemstad og Svein V. Børresen hava saman við Geir Atle Rishovd og Paula Einarsson frá Saga Føroyar vitjað fleiri fyritøkur úti um landið. Endamálið við hesum vitjanum er at kanna fyritøkurnar og harvið finna fram til, um tær lúka krøvini, sum oljuvinnan í dag setir til veitarar av bæði vørum og tænastum til vinnuna.

Tá Saga í fjør í lýsingum heitti á fyritøkur í Føroyum at siga frá, um tær ynsktu vitjan av serfrøðingum frá Saga, var áhugin ovurstórur. Meira enn 50 fyritøkur vildu hava umsóknir og síðani hevur verið gongd í málinum. Vitjað hevur verið á umleið 25 fyritøkum og hildið verður fram við hesum vitjanum. Tað vísir seg at vera stórur áhugi millum fyritøkur ikki bert at verða

skrásettar men eisini at fáa vitjan av serfrøðingunum hjá Saga, sum so kunnu siga, hvussu førar tær eru fyri at vera veitarar til eina komandi oljuvinnu. Í dag standa umleið 80 fyritøkur á listanum hjá Saga.

Tarjei Hemstad hevur júst verið í Føroyum, har hann vitjaði fleiri fyritøkur. -Sum oljufelag, ið ynskir at vera við í leiting við Føroyar, hava vit brúk fyri at vita, hvat føroyskar fyritøkur kunnu lata av vørum og tænastum, og tí er týdningarmikið at kanna, hvørjum støði hesar fyritøkur eru á sigur Tarjei Hemstad, sum fegin vil gera sítt til at greiða fyritøkunum frá oljuvinnuni, hvussu hon er sett saman og hvørji krøv hon setir, soleiðis at virkini í góðari tíð hava møguleika at laga seg til hesi krøvini - nú oljuvinnan er eitt sindur øðrvísi enn vinnur á landi.

Í síðsta enda kemur arbeiðið hjá Saga bæði at gagna føroyskum vinnulívi og oljufeløgunum, sum fara at arbeiða her sum heild. Endamálið er rætt og slætt at lyfta støðið hjá virkjunum upp, soleiðis at virkini kunnu vera við í kappingini um at lata vørur og tænastur.

Saga Petroleum hevur tann politikk í mest møguligan mun at brúka lokalar fyritøkur og ídnað, har arbeitt verður úti í heimi. Og fyri at gera lokalar fyritøkur kappingarførar vil Saga eisini fegið geva eina hjálpandi hond.

Tarjei Hemstad sigur um støðuna í Føroyum, at tað finnast fleiri fyritøkur, ið eiga góðar møguleikar at vera við í eini oljuvinnu. Spurningurin er í nógvum førum, hvussu fyritøkurnar megna at liva upp til krøvini um trygd, heilsu og umhvørvi. Oljuvinnan setir sum vera man sera hørð krøv til ikki minst trygdina.

-Tað er ein sera stórur áhugi fyri at vera við, og tað er gott. Men ein veikleiki er í mongum førum manglandi kunnleiki, og hetta er nakað vit kunnu bøta um við at tosa við umboð fyri fyritøkurnar.

Týdningarmestu ráðini hann kann geva føroyskum fyritøkum er at vera varnar. -Okkara royndir í Noregi eru tær, at tað eru sera fáar fyritøkur, sum hava klárað at byrja uppá nakað heilt nýtt og bara arbeiða við oljuvinnu. Tað besta er at halda fram við tí framleiðslu og tænastu, sum ein hevur og so hava oljuvinnuna sum eitt nýtt bein at standa á sigur Tarjei Hemstad.

Hann vísir eisini á møguleikan hjá føroyskum fyritøkum at arbeiða saman við bæði norskum, donskum og bretskum fyritøkum. Saga hevur eingi handilslig áhugamál í so máta, men kann verða við til formidla samband. Eisini heldur hann tað vera umráðandi hjá føroyskum virkjum at arbeiða saman, tí tá kunnu tey standa seg sterkari bæði fíggjarliga og fakliga. Tað er nevniliga týdningarmikið, at føroyskar fyritøkur, sum vilja vera veitarar til oljuvinnuna, eru so mikið væl fyri fíggjarliga og fakliga, at tær kunnu koma við góðum tilboðnum.

Saga-serfrøðingurin heldur annars, at cathering, verkstaðsarbeiði ol. eru avgjørt øki, har føroyingar kunnu bjóða seg fram og sum longu hava góðar royndir sum veitarar til fiskivinnuna. -Tit hava verið veitarar til fiskivinnuna leingi, og tað er náttúrligt, at tit eisini vera tað til eina oljuvinnu, men tit mugu gera tykkum greitt, at oljuvinnan setir onnur og øðrvísi krøv. Føroyska samfelagið er lítið, og tí mugu tit velja, hvat tit vilja leggja tykkum eftir.

Hann vísir á, at tað er kanska nettup í leitifasuni, at føroysk virki eiga at vera við. Hóast tað er avmarkað, hvat verður av arbeiði, so verður tað kortini nógv at gera út frá tí sannroynd, at føroyska samfelagið er so lítið.

Eitt eru virki í Føroyum. Annað er sovorðið sum umboð. Her heldur Tarjei Hemstad tað vera týdningarmikið, at føroyingar sjálvir eru umboð fyri vørur og tænastur, sum koma uttanífrá, og sum oljufeløgini hava brúk fyri.