Gerda Einarsson: Tá Vestmanna sleipaði Marité

Í seinasta parti komu vit til, at Gerda giftist við Poul Einarsson. Hann var sjómaður sum ungur og royndi eitt sindur av hvørjum. Millum annað var hann við til at sleipa Marité heim úr Grønlandi í 1947. Men fyrst fara vit til mostir Poul, Louisu

5. partur

Í seinasta parti vóru systkini hjá Poulinu, mammu Poul, nevnd. Ein teirra var Louisa. Hon hevði eina serliga søgu.
Louisa hevði nevniliga sum ung avgjørt, at hon skuldi flyta av landinum heilt til Amerika. Tað vóru fleiri, sum gjørdu tað sama. Men hetta var eitt stórt stig at taka hjá eini einsamallari ungari gentu fyri 90 árum síðani. Var hon fyrst farin, kundi hon neyvan rokna við at koma aftur í bræði. Tó vildi Louisa fyrst læra seg enskt og fór tískil fyrst til Skotland at læra málið. Her ætlaði hon at vera, til hon dugdi so frægt av enskum, at hon kundi halda leiðina fram til Amerika. Hon fekk sær húspláss í Aberdeen.
Men um somu tíð sigldi ein ungur eiðismaður, Marius Eides­gaard (1884-1968), við skotskum trolara út frá Aberdeen. Hetta var heldur ikki óvanligt tá. Ungir føroyingar hava allar tíðir roynt seg uttanfyri landoddarnar.
Í Aberdeen frætti Marius um hesa gentuna av Tvøroyri, og hann leitaði hana upp. Harvið kom sperðil í ætlanina hjá henni. Tey blivu góð, giftust og búsettust í Aberdeen. Tey fingu tvey børn, meðan tey búðu í Skotlandi. Hetta var undir og eftir 1. heimsbardaga, tá alt enn var sera ótrygt. Tá helt Louisa, at tað mundi vera frægast at fara aftur til Føroya. Marius ivaðist, men Louisa hevði tikið avgerðina um at fara. Eina ferð hann kemur heim av túri, stendur viðførið niðurpakkað. So gjørdi Marius sum hann vildi, um hann kom við! Gamla hevur havt bein í nøsini. Marius hevði saktans einki val, og tey fóru øll heim og búsettust á Tvøroyri.
Børnini hjá teimum vóru Betta og Martin, sum vóru fødd í Aberdeen, Eiler, Jonna og Evelyn, sum vóru fødd á Tvøroyri.

Virkin í Fylking
Marius var eisini virkin í arbeiðs­mannafelagnum Fylking. Hann var grannskoðari hjá felagnum 1923-24. Men hann luttók eisini á annnan hátt í felagsarbeiðinum.
Í 1923 var Fylking í verkfalli. Sáttmálakrøvini vóru ikki júst lønarhækking. Kravdar vóru grundleggjandi broytingar í sáttmálanum sum matarsteðg og 14 daga uppsagnartíð fyri sáttmálan. Eitt avgerandi krav var eisini, at arbeiðararnir skuldu hava rætt til at krevja, at arbeiðsgevararnir hvønn dag skuldu vátta, hvussu nógvar tímar, hvør maður hevði arbeitt.
Verkfallið var væl fyrireikað. Samtykt varð at veita øllum tilkomnum limum kr. 15 um vikuna í verkfallshjálp. Uppihaldarar fingu umframt hetta 2 kr fyri hvørt barnið. Ungdómur fekk kr. 7,50 um vikuna.
Marius var valdur at standa fyri hesi styrkveiting, og hann var at hitta hvønn seinnapart frá kl. 16-18.
Hetta var eitt rættuliga buldras­ligt verkfall, men tað endaði sum onnur verkføll við semju, har tað gekk framá hjá arbeiðarum.
Í 1932 vóru samráðingar um sáttmála fyri kolagrevstur. Tá sam­tykti Fylking at seta eina nevnd at orða uppskot til sáttmála. Marius gjørdist ein limur í hesi nevnd, og her kom eisini úrslit burtur úr.
Undir krígnum var tað ógvuliga skiftandi við arbeiði á Tvøroyri. Hetta var eisini galdandi fyrst í 1943. Tá var skipað fyri fundi millum umboð fyri Fylking og driftsráðið, nevndina, í AT, um hvat AT kundi gera fyri at bøta um arbeiðsstøðuna á plássinum. Millum teir, sum umboðaðu Fylking, var eisini Marius. Teir mæltu AT til at lata løngjaldsstovuna býta arbeiðið í AT millum teir limir, ið einki arbeiði høvdu. Hetta varð so eisini roynt og riggaði væl. Seinni gjørdist meira arbeiði, og tá fall henda skipan burtur.
Ein sonur Marius og Louisu var Martin, sum tískil var systkina­barn Poul. Hann róði nógv út í Grøn­landi. Hesum greiddi hann sera áhugavert frá í teirri sjón­varps­­røðini, sum Høgni Hoydal hevði um grønlands­útróð­ur fyri nøkr­um árum síðani. Martin doyði í 2007.

Poul fer at sigla við Vestmanna
Fyrst í 1944 kemur uppskot fram um, at AT skal keypa skipið Vest­­manna. Tað verður sýnað og hildið at vera í toluligum standi. Tað var tó neyðugt at um­­væla skipið. Stovnað varð eitt parta­felag, har AT átti gott helvtina av partapeninginum, og hetta felag keypti Vestmanna. Sama ár keyptu teir eisini Brimnes.
Poul sigldi so fleiri ár við Vest­manna. Hann fór við á vári 1945, tá ið tað framvegis varð siglt til Íslands at keypa fisk at flyta á bretska marknaðin.
Brimnes og Vestmanna høvdu gamlar motorar. Tað var akkurát so teir larraðu, tá ið teir fóru uppá Seyðisfjørðin eftir fiski. Poul var maskinmaður við, so hann fekk seg rættuliga royndan.
Tað endaði eisini við, at Vest­manna seinni var niðri í Danmark og fekk nýggjan motor.
Aftan kríggið royndu teir við snurriváð, sum var ein vanligur og eisini lønandi fiskiháttur tá í tíðini.
Tað var nógv fiskað undir Íslandi, men teir vóru eisini so langt burtur sum uppi í Hvíthavinum, sum nærum er ein innsjógvur í Russlandi inn frá Murmansk við eini smogu norður í Barentshavið. Hetta var øgiliga langt at sigla hjá einum so lítlum skipi sum Vestmanna.
Eina ferð teir fiskaðu har uppi á somu leið sum Leiv Øssurson, typtust øll frárensl hjá Leivi. Eg havi hoyrt, at tá varð Poul “kjølhálaður” fyri at kunna reinsa frárensluni.
Tá í tíðini høvdu skipini ikki kavaraútgerð umborð. Tí var Poul smurdur inn í konsistensfeitt um alla kroppin og latin í eina ketildragt uttaná fyri at verja seg móti kuldanum.

Sleipið av Marité
AT hevði eisini keypt Marité í 1945. Hon var ein fransaskonnart, bygd í 1921. Tað áhugaverda við Marité var, at hon varð keypt til Føroya í 1929 av A.P.Møller, stovnaran av tí stóra danska Mærskreiðarínum. Hann keypti á sama hátt Lieutnant Vendrines til Føroya.
A. P. Møller hevði eina slíka virðing fyri teimum føroysku yvir­monn­un­um, hann hevði í sín­­um flota, at hann vildi gera før­oying­um hendan beinan afturfyri.
Óla Jákup Jensen, ættaður úr Kvívík, var skipari heilt fram til 1945.
AT keypir tískil Marité við skeyti frá 16. august 1945 fyri 115.000 krónur kontant við allari útgerð.
Fyrst fara teir i farmasigling, men síðan fara teir til fiskiskap við Anthon Johansen av Strond­um sum skipara.
Men í 1947 er Óli Johan Viberg av Tvøroyri skipari á henni í Grøn­landi, har teir róðu út við bátum.
Meðan teir fiskaðu brutu teir krumtappsaksulin. Bátarnir, sum róðu út fyri Marité, fóru tá at sleipa hana móti Tovkusak. Tá teir høvdu sleipað 80 fjórðingar kom Bearnaise til hjálpar. Her var Anthon Johansen nú skipari. Teir sleipaðu so Marité seinasta strekkið.
Av tí, at skipið tá ikki var fult, kundu teir halda áfram við útróðrinum hjá bátunum, og teir fingu onkran bát afturat.
Motorurin gjørdist ikki aftur í Grønlandi. Tí var ikki annað at gera enn at royna at fáa Marité sleipaða heim.
Teir fingu at vita, at ógjørligt var at fáa hóskandi stórt skip at sleipa hana heim.
Gjørt varð tískil av, at Vest­manna skuldi fara til Grønlands at sleipa Marité heim.
Vestmanna var eitt minni skip enn Marité. Afturat tí var Marité fullfermd av fiski, og teir høvdu eisini stakk á dekkinum.
Tað varð eisini trupult at fáa fólk til hesa uppgávu, sum tyktist at vera sera trupul. Skiparin og bestimaðurin høvdu ikki hug at fara. Skipari gjørdist Magnus Joensen, gjáarmaður, giftur til Fámjin. Umframt hann og Poul, sum var motorpassari, vóru Anker Petersen, bestimaður, Karl Jespersen og Eskild Jespersen eisini við.
Hesir fimm menninir fóru so við hesum pinkalítla skipinum, sum bert tók 300 skippund, til Grønlands.
Tá veður var til tað á ferðini yvir, bleiv riggað til at sleipa. Trossar og slíkt varð gjørt klárt.
Teir komu til Tovkusak á kvøldi. Eitt av teimum gomlu karbidljósunum stóð á dekkinum. Tað sá ógvuliga trøllsligt út. Men teir á Marité vóru glaðir, tá ið teir á Vestmanna komu fram.
Karl Jespersen hevði bakað skuffikøkur við nógvum rosinum í, og hann hevði kókað kakao, so teir fingu eina hugnaliga løtu saman, áðrenn allir fóru til verka at gera skipið klárt til sleipið heim.
Fyrst var farið suður í Føroyinga­havnina at taka útgerð umborð. Har var eisini tikið vatn sum í gamlar dagar við at føra vatnið umborð við báti. Eisini varð fiskur og salt lossað umborð á Vestmanna sum barlast.
Umborð á Marité var nóg mikið av fólki, so fýra av teirra monnum komu umborð á Vestmanna á heimferðini.
Eftir at hava riggað til fóru teir avstað. Veðrið var gott at byrja við. Men tá ið teir komu á Kappan var stormur í tveir dagar.
At nógv stóð á, fingu teir at merkja tá Marité, sum hevði sett øll segl, lá fyri rúman vind. Tað var ringt at halda kós. Tá ið Vestmanna royndi at nýta sína motormegi, og Marité fekk eitt nos, fór Vestmanna so hart eftir reyv, at sprænurin stóð fram í lugarið.
Marité var so tung og tað stóð so nógv á. Poul segði, at hann kundi ikki gloyma, hvussu Viberg gamli, skiparin á Marité, rópti: “Fyri Guds skyld sleppið ikki.” Poul segði, at teir næstan skræddu skipið sundur.

Sangurin um Marité
Tað var besta veðri restina av heimferðini, sum vardi í 15 samdøgur. Teir komu beint inn í Nýpubakkan og løgdu suður gjøgnum Suðuroyafjørð. Tá opnaðu teir fyri telefonini og sungu “Hallo, hallo, tit heima í AT,” sum Karl hevði yrkt sama morgun. Hann er enn ein veitslu­sangur á Tvøroyri og ljóðar so:

Hálló, halló tit heima í AT,
her koma vit við “Marité.”
Vit fylgjast rætt sum systrar skulu,
hin eldra við trossanum vísir veg.
So gerið tykkum klárar
vind merkið várt á stong.
Her koma “havets sønner,”
teir gista vilja kong.

Tungt var at dragsa í alduvása,
hin gamla gekk í miðjan sjógv.
Hon av og á kom upp at blása,
men burtur bleiv í næstu gjógv.
Tvær mastrar og ein trossi,
bert skúmur brot í brot.
Nú kemur aftur gossið,
hin gamla hevur flot.

Og tosað bleiv tað skipanna millum
hvønn fjórða tíma í telefon.
Í Trøllabotni teir gingu á illum,
teir høvdu allir samlir gron.
Jú, soleiðis kann tað vera,
tá “Havets Helt” er við.
Av øllum alvi gera
at sýna sjómans sið.

Krumtappur brotin, skipið á tremur,
Vit leingjast eftir heimaferð,
so hoyrist gamla systir kemur,
tá lætti alt ein dreymaverð.
Nú hjartað aftur í bróstið lemur,
og hvør ein maður rópar “home.”
Ja, vónin birtist og kagar
fyri hesa manning og fong.
So lat alt farið vera, um tíðin fellur long,
um fjúrtan-fimtan dagar
vit koma í heita song.

Ja, henda ferð, eitt bragd er lokið,
tað vóru fimm á “Knarva” borð.
Og góða hjálp til “Kappa” rokið
alt væl varð skipað, ei stóru orð.
Nú hóma vit aftur fjørðin
og takka Harranum stórt.
Vit heilsa familju og øðrum,
nú heim, - til løn fyri tort.

Orðið knarvi í síðsta ørindi vísir til, at Vestmanna var kallað “knarvin,” tí hon kundi venda sum ein knarvi. Annars eru fleiri útgávur av hesum sangi.
Tá ið komið var á Tvøroyri var bryggjan avtakin við fólki, sum tók ímóti teimum. Hjalgrim á Heygum stjóri var eisini komin á bryggjuna. Hann helt skemt­andi fyri: “So, tit rópa meg kong,” vísandi til fyrsta ørindi í sanginum.
Eg minnist hendan dagin soleiðis: Eg kom súklandi á veg til arbeiðis, framvið hotelbrekkuni. Tá rópar Stina á Hotellinum, sum stóð og lenaði seg upp ímóti garðinum, hjá Thorvald Joensen: “ Hoyrdi tú teir? teir sungu sum einglar!” Eg spurdi hana hvør var ið sang? Jú tað var manningin á Vestmanna sum sang, teir liggja beint uttanfyri fjørðin. Tá skundaði eg mær út í AT at siga frá hesum. Tá bleiv trongligt frammanfyri vindeygunum, tí øll vildu uppliva hesa sjónina, tá tær báðar komu inn eftir fjørðinum, sum var spegilsblankur í brennandi sól. Tá teir komu inn móti keiini, hevði Vestmanna tikið Marité uppá síðuna. Tá sást hvussu stórur munur var á støddini av hesum skipum.Vestmanna var so nógv minni
Annars verður sagt, at hetta sleip var dýrt fyri AT. Tað kostaði felagnum kr.15.000, nógvur pen­ing­ur tá, umframt mista tíð hjá báðum skipum, av tí at trygging­in ikki vildi taka við øllum kostnað­in­um av maskinskaða og sleipi.

---------------

Alfred Petersen: Hevði hjarta fyri sjófólki

Alfred Petersen var mammu­beiggi Gerdu. Hann er kend­ur sum trúboðari. Tey seinastu nógvu árini var hann formaður fyri Kirkjuliga Missións­felagnum, sum sendi Elsu Jacobsen sum trúboðara til Etiopia í 1960, sum greitt frá bók hennara ”Mítt Etiopia,” sum er útkomin í hesum døgum. Tað kann sigast, at Alfred hevði eitt serligt hjarta fyri sjófólki, og tað er hetta hendan greinin snýr seg um

Alfred var føddur 1892 í Punta­byrgi á Trongisvági.
Fyrsta virksemi fyri sjómannin, har hann var við, var við bygging­ina av sjómansheiminum í Havn. Fyrsta stig varð tikið 6.oktober 1920 heima hjá Frants Restorff, bakarameistara í Havn. Næsti fundur varð hildin 18. oktober. Tá varð samtykt at byrja innsavnan til heimið, og fólk av bygd komu í nevndina. Ein teirra gjørdist Alfred.
Men tað var serliga í Íslandi og Grønlandi, at fiskimenn minnast Alfred.
Í 1922 var ein nevnd við fýra monnum og eini kvinnu komin við uppskoti um at senda ein trúboðara at virka millum sjó- og fiskimenn í Íslandi.
Ætlanin var at senda Johan Hans Simonsen, trúboðara úr Sandavági, til Íslands, men tað lá ikki fyri hjá honum.
Hetta endaði við, at Alfred Petersen fór til Íslands á vári 1923. Danska Indre Mission lat 1.000 kr til endamálið, og tað sum restaði í, varð savnað inn í Føroyum. Tað var ikki nakar trupulleiki. Kassameistarin Valdemar Lützen var ein berandi megi í sjómansmissiónini.
Annars hevði Absalon Joensen prestur verið á Eysturlandinum í 1922 og nøkur ár afturat.
Tað var ikki so løgið, at hugsað varð um sjómansmissión. Hesa tíðina vóru um 150 skip við um 2.500 fiskimonnum undir Íslandi summarhálvuna.
Heimafturkomin í 1923 greiðir Alfred Petersen frá fyrstu roynd­un­um. Ein av hansara fremstu stuðlum í Reykjavík var tann í Føroyum væl kendi prestur Fríðrik Fríðrikson, ið var leiðari fyri KFUM í Íslandi.
Hann lat Alfred Petersen høli til at hava møtir í, og hann lat eisini føroyskum fiskimonnum hava atgongd til lesistovuna hjá KFUM. Teir báðar mánaðirnar Alfred Petersen var har uppi, komu 70 skip inn á Reykjavík, so her var nóg mikið at gera, eisini við at vitja føroyingar á sjúkrahúsinum í býnum.
Hetta árið var Alfred eisini í Vestmannaoyggjum og fylgdi Jógvan Kallsoy av Eiði, sum doyði av vanlukku umborð á Ingrid, og sum bleiv grivin í oyggjunum.
Í hesum sambandi var Alfred eisini inni á sjúkrahúsinum í Vest­mannaoyggjunum, og har lógu ikki færri enn átta føroyingar.
Á heysti 1923 varð sjómans­stova sett á stovn í Reykjavík,og varð hon í mong ár grundarlagið undir hesum arbeiði.
Hon lá í Vesturgøtu 4. Men seinni verður hon flutt, men tó í sama bygningi, har skipshandlari O. Ellingsen helt til. Í dag er hetta Hafnastræti.
Ein sum Alfred serliga tekur til er Jóhannes Sigurdsson, sum gjørdist leiðari á sjómansstovuni í 11 ár. Hann var ein framúr føroyavinur til sín doyggjandi dag.

Ógvusligar hendingar
Alfred kom út fyri ógvisligum hendingum í síni tíð í Reykjavík. Tann fyrsta var longu í 1924, táið toftasluppin Anna forlisti við Grindavík, og teir 17 menninir doyðu. Tey flestu líkini komu aftur og vórðu grivin í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík. Her mátti Alfred vera við til at eyðmerkja líkini og annars at hjálpa til við jarðarferðini.
Í 1928 hendi tann ræðuliga vanlukkan við einum karbiddunki umborð á Acorn, tá ið sjey mans brendu í hel. Tá mátti Alfred aftur taka ímóti, tá skipið kom inn á Reykjavík. Tað skuldi takast hond um illa støddu manningina, og skipast skuldi fyri jarðarferðini.
Í 1930 vóru aftur boð eftir Alfred Petersen, tá ið Ernestine fórst á Suðurlandinum og níggju mans umkomust. Bæði livandi og deyðir komu til Reykjavíkar, har Alfred mátti hava umsorgan fyri hesi illa fyrikomnu manning. Hesa hending koma vit at gera meira burturúr í Miðvikuni, tá tað til várs verða 80 ár liðin, síðan vanlukkuna.

Leitaði eftir slóðini hjá Alfred
Í 2006 var eg (ÓJ) í Íslandi og royndi at finna fram til støðini, har Alfred hevði virkað. Tað fyrsta var KFUM í Amtmansstíg. Eisini varð roynt at fáa meira at vita um Jóhannes Sigurdsson, sum var við í hesum slóðaraarbeiðinum, og sum annars var kendur sum Føroyavinur. Hann og Alfred vóru eisini serliga góðir vinir.
Tað upprunaliga KFUM er nú studentaskúli. Men útsjóndin á húsinum er ikki nógv broytt. Tískil sást væl, hvar okkara fyrsta sjómansmissión uttanlands hevði hildið til.
Síðani fóru vit út til tað nýggja KFUM at vita, hvat vit kundu finna fram til. Her hittu vit fyrst Ragnar Gunnarsson. Tað vísti seg, at hann var abbasonur Jóhannes Sigurdsson.
Á KFUM er eitt serligt savn, sum er vígt Fríðrik Fríðriksson, tí kenda prestinum, sum var høvuðsmaðurin aftanfyri KFUM. Hansara forsøga er, at hann sum ungur maður var so tunglyntur, at hann hevði bestan hugin at beina fyri sær. Hann fór við ferðamanna­skipi úr Íslandi til Føroya og ætl­aði at leypa fyri borð á leiðini millum londini. Mótið sveik, og í Havn fer hann á møti hjá Gamla Sloan við Ting­hús­vegin, og hetta broytti hansara ætlanir og lívsleið.

Brævið frá Alfred
Her var eitt skjalasavn, sum m.a. taldi meira enn 100 kasettir av brævaskifti. Hetta merkti, at vit kundu fáa hendur á tí allar fyrsta brævaskiftinum í søguni hjá føroysku sjómansmissióni í Reykjavík. Hetta er nevniliga eitt bræv, sum er skrivað av Alfred Petersen til Fríðrikson. Tá hetta bræv er so søguligt, fara vit at endurgeva tað í síni heild.

Tað ljóðar soleiðis:
Klaksvig den 12/1 1923.

Kære Pastor Fridriksson!
Da det er saa godt som bestemt at jeg i J.H. Simonsens Sted skal rejse til Reykjavík og arbejde blandt de færøske Fiskere for Guds Rige, saa vil jeg raadføre mig med Dem og A. Gislason, som jeg ogsaa har skrevet til. Pastor Alsing i Vaag, som er Samfundsraadets Sekretær, har maaske underrettet Dem om denne Sag.
Tror De, at vi kan faa en Sal i KFUMs Bygning til at holde Møde i? Sagen er den , at vi kan ikke leje en bestemt Aften i Ugen, for det er ubestemt hvad Tid Fiskerne er i Havn. Jeg tror, at mit Arbejde væsentligt vil bestaa i at holde smaa Møder og Besøg ombord i Skibene, da de jo sjældent er inde i Havn paa engang.
Men da det kan ske, bør vi ogsaa have et sted at samle Fiskerne i om Guds Ord, hvis det er muligt, saa De forstaar nok hvad der behøves.
Jeg skrev til A. Gislason om at tale med Dem, saa hvis I kunde være mig behjælpelig, ville jeg være Jer meget taknemlig. Om Logi har jeg ogsaa skrevet til A. Gislason, maaske jeg kan bo paa KFUM. Det næste er, at Tiden ikke er ret lang.
Da meningen er at komme derover sidst i Februar eller først i Marts og blive til midt i Maj, haaber de vil gøre Deres bedste, skønt jeg ved, De har meget at gøre!
Med Guds Rige gaar det fremad her paa Færøerne, men endnu er der mangen Sømand, der lever uden Jesus.

Kærlig Hilsen
Alfred Petersen
Klaksvig
Færøerne

Jóhannes Sigurðsson, framúr Føroyavinur
Jóhannes Sigurðsson, fremsti samverkamaðurin hjá Alfred í Íslandi, var føddur 8. apríl 1892, hann doyði 1. november 1979 og hevur tá verið 87 ára gamal.
Jens Pétursson, formaður fyri føroyska sjómansheiminum Ørkin í Reykjavík, hevur arbeitt saman við honum í sjey ár á eini prentsmiðju. Jóhan­nes var prentari, og Jens hevði fyri­fall­andi arbeiði á prent­smiðj­uni. Jóhannes plagdi onkuntíð at greiða frá arbeiðin­um. Serliga tók hann til ta ræðuligu hend­ingina við "Acorn" í 1928, sum eisini er greitt frá í Miðvikuni.
Jóhannes hevði sjómanna­arbeiði afturat tí vanliga yrkinum, so hetta hevur verið serstakliga strævið.
Jóhannes var formaður í Kristni­boðsfelagnum Kalla, og hann var fleiri ferðir í Føroyum. Sambært einum postkorti, sum Alfred Petersen skrivaði til Fríðrik Fríðriksson í 1925, var Johannes í Føroyum tá. Seinast var hann í Føroyum, tá Missiónshúsið við Landavegin varð vígt í 1972.
Alfred var 12 fylgjandi ár 1923-1934 á hvørjum vári í Reykjavík Ein part av sumrinum 1923 var hann eisini á Eysturlandinum

Eisini til Grønlands
Sum frá leið fóru fleiri og fleiri fiski­­menn eisini til Grøn­lands. Sam­stundis gjørdist Grøn­land eisini meira og meira opið. Før­­oyingar fingu tá Føroy­inga­­­havn­ina, sum gjørdist høvuðs­­havnin hjá føroyingum í Grønlandi.
Men her var ikki møguligt at fáa tak yvir høvdið, um okkurt barst á. Eitt dømi um hetta er, at meslingaárið 1935 máttu saltskúrur tømast og koyggjur smíðast til sjúku menninar. Ein kabúss varð tikin úr einum strandaðum skipi, so menninir kundi fáa hita. Allir sluppu við lívinum, men tað vóru ikki allir sum sluppu uttan mein orsakað av hesum umstøðum.
Á heysti 1934 sendi Alfred Petersen skriv til Grønlands­styrelsen um at fáa fría ferð við skipi hjá stýrinum til Grønlands at kanna viðurskiftini, og hetta var eisini játtað honum.
Seinnapart á sumri 1935 tók Alfred upp spurningin um at byggja eitt sjómansheim í Føroyingahavnini á fundi í sam­funds­ráðnum hjá Heima­missi­ónini í Føroyum. Hann fekk beinanvegin stuðul fyri uppskotinum, ikki minst frá Valdemar Lützen, sum var ein eldhugaður stuðul hjá missiónini. Tað sama var við Bang Jensen, presti. Aðrir vóru meira ivasamir og hildu uppgávuna vera ov tunga. Tíðirnar vóru jú ringar í Føroyum eins og aðra staðni.
Men nú var at fara at savna pening til endamálið, og tað kom væl at peningi inn. Tað komu kr.10.000 inn í fyrstu syftu, hetta var nógv tá.
Tann 23. apríl fór Alfred úr Føroyum til Danmarkar saman við N.P. Strøm, byggimeistara, Torkil Strøm, timburmanni og Arna Bertoldsen, allir úr Vági.
Í Keypmannahavn varð alt byggitilfarið keypt umframt øll útgerð til sjómansheimið og matur fyri summarið.
Farið varð úr Keypmannahavn 12. mai við grønlandsskipinum Gustav Holm. Teir høvdu 19 dag­ar til Frederikshaab, og í Føroyinga­havnina komu teir 2. juni.

Skjótt bygt sjómansheim
Nú varð so farið at byggja húsið. Tað gekk skjótt og væl. Ja, tað gekk so skjótt, at sjómans­heimið varð vígt longu 2. august av prestinum Schultz Lorentzen frá Nuuk. Umframt hann talaðu við vígsluhátíðina Peter Strøm og Alfred sjálvur.
Nú kundi ein partur av húsinum nýtast til at hava møti í. So skjótt sum skilaveggir vórðu settir upp, vóru sjúkir menn lagdir inn. Hetta vísti, hvussu stórur tørvurn var á bæði sjómansheimi og sjúkrahúsi í Føroyingahavnini. Lækni var eingin í Føroyingahavnini tá, men teir høvdu ein danskan diakon, sum gjørdi mat á sjómans­heiminum og sum eisini royndi at taka sær av teimum sjúku.
Húsasmiðirnir fóru heim við farmaskipinum Varild, sum var komin eftir fiski, tann 10 august. Alfred sjálvur fór heim við Ananu tann 29. september og 10. oktober var hann aftur í Føroyum.
Í 1937 kom Hans Egede inn á Havnina á veg til Grønlands eftir teimum. Tá fóru við Signhild Hansen og Lovisa Hansen, sum skuldu taka sær av tí húsliga á sjómansheiminum. Ansgar Jensen, ættaður av Hellunum skuldi mála heimið og so var tað Alfred sjálvur.
Tað vóru 90 skip inni í Før­oy­ingahavnini hetta ár, so tað var nærum ikki dagur, at einki skip lá inni. Eisini vóru tað einir 15-20 sjúkir menn, sum komu á sjómansheimið.
Hetta var annars eitt heim í orðsins rætta týdningi. Her komu fiskimenn og aðrir at hugna sær og at skriva brøv. Okkurt ár vóru send 2.300 brøv frá Lívd, sum heimið at.
So vóru eisini andakir og møtir, sum sjóðaði menninar saman. Eisini fingu tey loyvi til at senda gudstænastu sunnudag og møti sunnukvøld frá radiostøðini í Føroyingahavnini.
Í 1936 bygdi løgtingið og vinnufeløgini eitt lítið sjúkrahús, men í 1937 bygdi danska stjórnin eitt størri sjúkrahús í Føroyingahavnini.
Tað er eingin ivi um, at sjómansheimið Lívd í Føroyingahavnini hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri føroyingar og aðrar við. Serliga eftir kríggið vóru tað hundraðir, kanska túsundir, fiskimenn, útróðrarmenn, arbeiðsfólk og onnur í Føroyingahavnini. Hetta hevur Jógvan Arge skriva meira um í røðini “Teir tóku land.”
Í 1941 skipaði Alfred fyri, at Meinhard Hansen úr Miðvági kom at virka sum sjómanstrúboðari í Aberdeen. Seinni gjørdist tað Hans J Ellingsgaard, sum eisini virkaði í Grønlandi. Esmar Jacobsen var fleiri ár í Vestmannaoyggjunum.
So okkara siglandi fólk hevur alla grund til at minnast Alfred Petersen og tey, sum arbeiddu saman við honum, við takksemi.
Alfred doyði í 1969.


Komandi partur
Í sætta og seinasta parti ferð Gerda at arbeiða hjá T.F. Thomsen. og tey bæði, Gerda og Poul, fara at reka hotell