Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður
Ja, vit vóru tríggir flokkar sum gjørdu samgongu, og var eg sjálvur spentur, hvussu fór at ganga, og haldi eg at gongdin hevur verði á eini leið.
Í undanfarnu samgongu hoyrdist nógv um fullveldi, tosið var bara um tað, fyri ella ímóti, og vóru fólk troytt av hesum tosi. Prátið kvaldist, tá aðrir bollar komu í suppuna.
Visjón 2015 var koyrd av bakkastokki, og sjálvsagt var eg sum samgongulimur við til at sjóseta hana.
Landsstýrið setti visjónsbólkar, sjálvsagt við tí vón, at teir sovnaðu við visjónina, tí tað er tað teir eru best til.
Men so var ikki, tí nógvar leivdir eru frá undanfarnum samgongum, av skrivstovuveldinum sum manna stratigibólkarnar. Tað er ikki rætt at kalla teir partisanar, men....
So teir siga takk fyri seinast, uttan at bossarnir í samgonguni siga so nógv.
Stratigibólkarnir seta dagsordan. Teir hava visjónstorg. Sita har og fortelja hvørjum øðrum, hvussu man kann best sláa hondina av tí meiniga manninum.
Onkur slær nevan í borið, so masjettknapparnir fúka upp undir armholurnar og sigur, at skatturin skal lækkast 4%. Síðani skal tann meinigi føroyingurin dragast eftir hárinum og skal brandskattast av øllum, helst eisini eidindómsskatt.
Hesum fólkum, sum ikki unna tí meiniga føroyinginum tað svarta undan neglunum.
Hjá teimum misseydnast eingin túrur, sum hjá sjómonnunum og verkafólki, tey fáa kekkin óansæð um tey gera nakað ella onki.
Hví koma tey ikki við forsløgum um at minka sína egnu løn ella eftirlønina hjá sær sjálvum ella hjá løgtingsmonnum, landsstýrismonnum o. s. f. Ella halda hesi fólk, at bara tey eru verd sína løn?
Nei, mínir kæru samgongulimir. Latið okkum fáa hesi fólk til arbeiðis aftur, har tey gera nakað til nyttu, tí føra politikk skulu vit sjálvi gera, tað hevur fólkið valt okkum til - minnist til tað.
Men eg var glaður at hoyra løgmann siga, at tað vóru politikkarar sum skuldu føra politikk. Sjálvur helt eg partamannin ikki verða nóg sannførandi, tí mín góði vinur Jóannes Eidesgaard, tey fólk sum hoyra til arbeiðarastættina eru sjokkeraði av at hoyra hesi fólk innan fyri tað almenna, sum hava eina feita løn, eina feita eftirløn, helst ein bil og eru uttanlands so ofta teimum sýnist.
Eg gleðist um, at landsstýrismaðurin í innlendismálum segði, hvat hann ætlaði.
Nei. Latið okkum sum settu hesa samgongu út í kortið fullføra verkið, so verður tað til gleði fyri borgararnar, og latið okkum ikki nevna visjón 2015 við einum orði aftur, men føra okkara politikk.
Oljuavgjaldið eiga vit at taka av. Mvg á oljuni minkast ella burtur, vektgjaldið á bilum lækkast. Hetta er nakað, sum gagnar borgaranum, teimum sum ikki fáa so feitar lønir.
Eg skal enda greinina við hesari yrkingini hjá M. S Viðstein:
So føgur skyggir sól í líðir
hon fargar hav og gyllir fjøll
hon boðar: sigra skal umsíðir
hin breiða mannafjøldin øll
tá skal reyða frælsissólin branda
á tindum og gløða í líð
og ljós skal kveikjast vítt um landa
tá fylkist fjøldin til sigrandi stríð.