Gerhard vendir sær til baklandið

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður Javnaðarflokins vil hava at vita frá lokalfelagnum í Sandoynni, um hann førir rættan javnaðarpolitikk ella ei

Tvístøðan millum Gerhard Lognberg og hini almennu umboðini í Javnaðarflokkinum er ikki loyst enn, síðan tingbólkurin og landstýrisfólk floksins fríggjadagin alment eftirlýstu Gerhardi Lognberg og bóðu hann koma til arbeiðis í flokkinum.
- Nei, eg havi hvørki hoyrt nakað frá John Johannesen ella Jóannesi Eidesgaard, men Helena Dam á Neystabø ringdi tað kvøldið og boðaði frá, at hon ikki stóð aftan fyri brævið, sigur Gerhard Lognberg.
Sjálvur heldur hann seg føra javnaðarpolitikk við ikki at góðtaka, at eldraøkið og skúlaøkið verða løgd út til kommunurnar at umsita. Gerhard lognberg endurgevur formannin í lærarafelagnum, sum hevur sagt, at tað bjargarikki skúlaverkinum at lata smáar skúlar aftur.
Ótolandi viðurskiftini í flokkinum fingu Gerhard Lognberg at venda sær til Sandoyar Javnaðarfelag og biðað um fund.
- Fundurin verður í kvøld. Eg havi onga hóming av, hvør niðurstøðan verður, um eg fari frá ella hvat, sigur Gerhard Lognberg.

Fult starv í tinginum
Fríggjadagin varð Gerhard Lognberg endurgivin fyri at siga, at løgtinsgarbeiðið var hálvt, og borgarstjórastarvið hálvt.
- Eg má viðganga, at eg havi verið mismæltur. Borgarstjórastarvið er hálvt, men tingarbeiðið er fult starv, og tað fái eg eisini fulla løn fyri.
Hergeri Nielsen, tingformaður sigur, at tað er einki sum eitur at arbeiða hálva tíð i tinginum.