Tað skrivar Búskaparráðið, sum heldur, at Kommunurnar tí eiga at raðfesta íløgur, sum lækka útreiðslurnar til eldrarøkt fyri hvønn pensjónist:
Broytta aldurssamansetingin í framtíðini fer at leggja trýst á útreiðslurnar til eldrarøkt. Av tí at eldrarøktin liggur hjá kommunum, liggur eisini ein partur av haldførisavbjóðingini hjá kommununum.
Verður hugt nærri at, hvørjar kommunalar íløgur eru gjørdar seinastu árini eru einans um 5% av samlaðu kapitalútreiðslunum farnar til eldraøkið síðstu 10 árini. Síðan eldraøkið bleiv flutt til kommunurnar at umsita, eru tað sostatt ikki gjørdar stórvegis íløgur í eldraøkið, ið kundi gjørt raksturin meira skynsaman.
Eldraøkið var ymiskt útbygt, tá tað varð flutt út til kommunurnar. Ein av orsøkunum til, at summi samstørv og kommunur ikki hava gjørt íløgur í eldraøkið, er, at samstørvini yvirtóku ein yvirkapasitet á økinum. Tað vil siga, at tað í summum økjum vóru fleiri búpláss, enn tørvur var á. Tað hevur tikið tíð, áðrenn kapasiteturin er komin at mørkum, og neyðugt verður at útbyggja.
Tað kann tó undra, at kommunurnar ikki hava lagt upp fyri, at neyðugt er at gera íløgur í eldraøkið, tí tað kemur ikki dátt við, at talið av eldri borgarum veksur nógv komandi árini.
Íløgur í størri eindir, ið koma ístaðin fyri smá sambýlir og røktarheim, kunnu vera neyðug fyri at arbeiðsmegin verður gagnnýtt meira skynsamt og rakstrarkostnaðurin fyri hvørja eind lækkar.
Í Føroyum hava heili 23 av 30 røktarheimum og sambýlum færri enn 30 búpláss, og 10 hava enntá 10 og færri búpláss, sí talvu. Tað er eyðsæð, at við fáum búplássum fyri hvørt røktarheim, verða normeringarnar lutfalsliga høgar og sostatt gerst raksturin fyri hvørt búpláss dýrari. Sí eisini stakdømið.
##med2##
Longu í 2017 vísti Skattanýskipanarnevndin á, at verandi fíggingarleistur av eldraøkinum helst ikki er fíggjarliga haldførur. Skattanevndin kom tá við tilmæli um at broyta verandi skipan. Tilmælið hjá skattanevndini var, at kommunurnar skuldu hava eitt endurgjald, ella eina sokallaða blokkveiting, fyri at reka eldraøkið. Blokkveitingin skuldi vera ein ávís upphædd fyri hvønn borgara, sum er 67 ár og eldri í kommununi. Skattanevndin mælti til, at upphæddin í fyrstu syftu skuldi verið ásett í samráðing millum land og kommunur, og svara til veruliga kostnaðin av at reka eldraøkið. Síðan átti upphæddin á hvørjum árið verið javnað við talinum av íbúgvum eldri enn 67 ár og lønarhækkingini hjá røktarstarvsfólki.
Sambært Kommunufelagnum er verandi fíggingarleistur, við vaksandi undirskotinum sum skal fíggjast av øðrum kommunalum inntøkum, ikki nøkur skilagóð loysn. Aldursbýtið og inntøkugrundarlagið í kommununum alt ov ymiskt. Neyðugt er tí, at landið kemur við eini loysn, sum kann tryggja eina haldgóða fígging av eldraøkinum.
Les meira í frágreiðing "Kommunubúskapurin og eldraøkið heystið 2025" her