Staðfest er nú, at liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard verður burtur frá liðnum í tríggjar vikur. Gerrard verður ikki við í ligadystunum ímóti Portsmouth og Manchester City, og hann verður heldur ikki við Onglandi ímóti Spania í næstu viku. Gerrard stríðist eisini fyri at gerast klárur til Champions League dystin ímóti Real Madrid tann 25. februar. Eingin ivi er um, at Liverpool er nógv skert uttan sín liðskipara, sum hevur skotið 11 mál í Premier Leugue hetta kappingarárið. Liverpool er tvey stig aftanfyri Manchester United, sum hevur spælt ein dyst minni, enn Liverpool.