Næstbesta liðið hjá Suðringum er aftast – eitt stig er fram til Giza Hoyvík.
Tvær tær síðstu ferðirnar undan summarsteðginum vann liðið fulla úrtøku á heimavølli.
Í dag vóru Suðringar aftur væl mannaðir, tá ið teir vitjaðu Víking í Leirvík.
Kortini eydnaðist tað ikki at vinna úrtøku í tættari uppgerð. Heimaliðið vann 2-0.
Superveteranurin Gert Hansen beyð í fjør fótbólti á hægsta støði farvæl. Nú er hann hjálparvenjari hjá besta Víkinga liðnum. Hóast hann var verjukendur, so vísti Gert í fjør máltev, tá ið hann skoraði seks mál og harvið – bæði í verju og álopi – var stuðul hjá Víkingi á leiðini fram ímóti FM.
Í dag var Gert Hansen fyri fyrstu ferð í ár á næstbesta liðnum. Tað vóru bara fimm minuttir farnir, tá ið hann skoraði til 1-0. Støðan helt sær, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tá økti Magnus Jarnskor um munin til 2-0.
Eftir tvey tap undan summarsteðginum eydnaðist tað Víkingi við sigrinum í dag at styrkja um støðuna á fimta plássi. Einasti maður á Víkinga liðnum, sum higartil í ár hevur verið nógv á besta liðnum, var liðformaðurin Hans Jákup Lervig.
Á liðnum hjá Suðringum vóru fleiri, sum áður hava verið á besta liðnum. Eitt nú málverjin Rani Johannesen og Rógvi Joensen, Ragnar Joensen og Heini Mikal Mortensen.
Suðringar eiga leygardagin heimavøll ímóti B68, og Víkingur skal til Fuglafirðar.