Geva Assad 48 tímar

Uppreistrarmenninir í Sýrialandi hava í dag givið Bashar al-Assad, forseta 48 tímar til at halda eina altjóða friðarætlan, sum skal fáa enda á harðskapinum. Ger hann ikki tað, má hann átaka sær ábyrgdina av avleiðingunum, siga uppreistrarmenninir.

-Felags leiðslan fyri Fría Herinum í Sýrialandi kunnger, at hon gevur stýrinum 48 tímar til at gera eftir samtyktunum hjá ST-trygdarráðnum, sigur talsmaðurin hjá uppreistrarmonnunum. Hann leggur afturat, at hetta er tann seinasta freistin, sum stýrið fær.

-Freistin rennur út á middegi fríggjadagin (kl. 10 okkara tíð). Aftan á tað eru vit ikki bundin av nøkrum skyldum, og vit fara at verja sivilfólk, teirra bygdir og teirra býir, sigur talsmaðurin.

Tíðindastovurnar skriva, at sýriski stjórnarherurin hevur framt eitt álop nærhendis býnum Houla í dag.